Nevndararbeiðið í nýggja býráðnum í Havn fer nú so smátt í gongd. Í farnu viku hevur heilsu- og umhvørvisnevndin skipað seg við Elini Lindenskov úr Javnaðarflokkinum sum forkvinnu og Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi sum næstforkvinnu
Fleiri nevndarfundir verða komandi viku, har nevndirnar verða skipaðar og einstøk onnur mál avgreidd. Fundir verða t.d. í byggi- og býarskipanarnevndini, sosialu nevnd og mentamálanevndini.
Tjóðveldi fær formenninar í fýra nevndum og Javnaðarflokkurin í trimum.