Býráðsvalið í Vági

Undirritaða hevur latið seg stilla upp til býráðsvalið á Uttanflokkalistanum og fari eg at nema við okkurt, sum hevur við oyggj okkara at gera

Tað sum í løtuni er frammi í tíðini, er m.a. at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, og er nakað at ivast í um so skuldi verið, tað er væl framtíðin hjá okkum øllum tað geldir.

Tosið um at vágbingar skulu undir tufluna hjá tvøramonnum, kann einki hava við sakina at gera, tí hvør sigur, at ein tvøramaður verður borgarstjóri í felags kommununi. Duga hinar kommununar at samarbeiða, so kann líka so væl onkur í hinum kommununum gerast borgarstjóri.

Er skili ringt sum er, verður tað enn nú verri, um vit ikki leggja saman, tað verður neyðugt. Her verður eingin trivnaður, um ikki verður lagt saman, tí, tá ið skúlamál, eldraøki og nógv nógv annað verður lagt út til kommununar at umsita, tá verður neyðugt at hava eina ávísa stødd á einari kommunu fyri at klára avbjóðingarnar.

Samanlegging hevur víst, at gott stendur burturúr, at leggja saman,tak eitt nú svimjingina í Suðuroy. Um vit løgdu oynna saman í fótbólti, so kanska eisini nakað positivt og gott hevði spurt burturúr tí. Teir ungu duga betur enn vit eldru í so máta.

Á eldraøkinum skulu vit sjálvandi eisini arb. saman, sjálvt um tvey ellisheim koma at vera. Tí fari eg, at stemma fyri einari kommunu um eg verði vald í býráðið. Nakað annað er, viðvíkjandi tí peningaligu støðuni av útgrevstrinum, tí enn eru eingir formar settir upp og eingir formar fyltir, so tilboðið fyri útgrevsturin man verða farin nógvar ferðir forbí, tað sum tilboðið frá fyrstantíð ljóðaði uppá. Spennandi og hugnaligt, tá ið ellisheimið og tað sosiala verður liðugt. Tá hava vit eitt fjølbroytt arbeiðspláss í Vági við nógvum eindum og nógvum starvsfólki til allar fakbólkarnar.

So vón mín verður, at hetta mikla tiltak kann blíva liðugt til frama fyri oyggj okkara og tað fólk, ið her býr.

Til seinast fari eg, at heita á tykkum veljarar um at velja Uttanflokkalistan lista A.