Bárður er aftur á heimabeitinum

Vongverjin, sum hevur verið illa skaðadarvaður, er aftur í Víkingi

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og bolt.fo visti í síðstu viku tíðindini frá NSÍ. Nú er tað váttað í Sarpugerði, at Bárður J. Hansen hevur skrivað sáttmála við Víking.

28 ára gamli Bárður J. Hansen hevur spælt í NSÍ síðani 2017. Eftir at hava verið fastur maður á vongverjanum í høgru var hann ikki so nógv á vøllinum í fjør. Bárður var illa skaðadarvaður og spæld sambært faroesoccer.com 12 dystir. Bara fimm ferðir var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar.

Bárður J. Hansen er gøtumaður og uppvaksin í Víkingi, har hann fyrstu ferð var á besta liðnum í 2008. Hann hevur spælt 255 dystir í bestu deildini, 32 dystir í kappingini um løgmanssteypið og 25 dystir í Europa.

Seks ferðir hevur Bárður J. Hansen verið á landsliðnum og níggju ferðir var hann á U-21 landsliðnum.

Talan er sostatt um ógvuliga royndan spælara, sum nú er aftur í Sarpugerði. Hvussu stórt gagn hann fer at gera valdast fyrst og fremst um, um hann ikki verður so darvaður av skaðum, sum hann hevur verið.

 

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Bárður Jógvansson Hansen hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Víking.

Bárður er uppvaksin í Norðragøtu og GÍ/Víkingi men hevur seinastu fýra árini leikt fyri NSÍ.

Nú hevur Bárður valt at venda heimaftur, og hetta fegnast vit sjálvsagt um

Vit ynskja Bárði vælkomnum heim og gleða okkum at síggja hann aftur í ljósabláu blusuni.