Kl. 10 kunnger Bárður Nielsen, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður. Orsøkin er, at hann er settur sum stjóri fyri Stórutjørn Ein av stóru profilunum í Sambandsflokkinum, og tann politikkarin, sum verður sæddur sum framtíðarvónin hjá flokkinum, fer nú frá sum landsstýrismaður. Orsøkin er, at Jákup á Dul Jacobsen hevur bjóðað honum stjórastarvið fyri Stórutjørn-ætlanini í Hoyvík.
40 umsóknir vóru til stjórastarvið.
Fíggjarmálaráðið hevur kallað inn til tíðindafund klokkan 10 í morgun fyri at kunngera, at Bárður Nielsen leggur frá sær.
Sambært Kaj Leo Johannesen, floksformanni, er enn ikki greitt, hvør tekur við eftir Bárð Nielsen.
- Eg havi onga viðmerking beint nú, tí hetta er so nýtt. Vit sita á fundi júst nú og viðgera støðuna, sigur Kaj Leo Johannesen.
Formaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at tað ikki verður greitt á tíðindafundinum klokkan 10, hvør tekur við.
Upp á spurningin, um hann sjálvur er eitt boð upp á nýggjan fíggjarmálaráðharra, sigur Kaj Leo Johannesen:
- Onga viðmerking!