Bárður Hansen skrivað nýggjan sáttmála við Víking

Víkingur skrivar á heimasíðuni, at tey fyrireika seg longur til næsta kappingarár, og at ein týðandi partur í hesum arbeiðið er at finna fram til, hvørjir spælarar eru tøkri hjá Jógvan Martini Olsen, venjara.

 

Víkingur skrivar um Bárð, at hann framvegis er ungur, men hann hevur í ár so dyggiliga prógvað, at hann er ein fongur fyri felagið.

 

- Hann hevur verið rættiliga eyðsýndur á besta liði okkara og hevur í ár vunnið sær fast pláss á liðnum. Bárður er sera skjótur, og sjálvt um hann ikki fyllir so nógv á einum vølli, so stríðist hann altíð fyrimyndarliga og hevur skumpað mangan størri mótstøðumann um koll. Vit frøast um, at Bárður framhaldandi verður at síggja í ljósabláa búnanum, skrivar Víkingur á heimasíðuni.