Bárður Johannesen á Hvonn

Týskvøld er jazzkvøld á Hvonn. Livandi tónleikur frá kl 21.00. Í kvøld, týskvøld, verður eitt rættiliga nýtt og spennandi navn á Hvonn. Tað er klaverleikarin Bárður Johannesen, ið fer at spæla og syngja. Hetta er somuleiðis fyrstuferð hann spælir á Hvonn.

 

Bárður er sum so ikki eitt kent føroyskt tónleikanavn, men fari ikki skeiv av tí. Hann er ein sera dugnaligur klaverleikari, sangari og guitarleikari, og hevur yvirhøvur tónleikaligar dygdir.

 

Hann hevur áður millum annað spælt í Miðlahúsinum, hann hevur spælt í Føroyum og Danmark við millum annað Pætur á Borg og Rúna W. Højgaard. Eisini hevur hann spælt við Finni Jensen og Ronni Poulsen.

 

 

Hvonn týskvøldið. Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita!

 

Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.