Bárður úti mikudagin

Tá bara eitt korter var spælt av dystinum í gjár var Piotr Krakowski noyddur at fremja sína fyrstu útskifting. Bárður Olsen var tá borin av vøllinum, og inn kom Knút Vesturtún.


- Eg spældi bóltin víðari millum tveir leikarar og datt síðani niður. Fallinum fekk eg ikki ilt av, men tá eg reisi meg brakaði tað í knænum, sum um tað hevði last seg. Eg havi fingið at vita, at tað er ein meniskur á uttaru síðu á knænum, sum er trupulleikin, greiðir Bárður Olsen.
Hann skuldi til kanningar á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í dag, men longu nú er greitt, at víkamaðurin eftir øllum at døma ikki er við í hálvfinaluni móti B36 mikudagin.
-rwd