24-ára gamli landsliðsspælarin, Bárður Jógvansson Hansen, hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ. Her greiðir hann frá hví hann hevur valt NSÍ framum eitt nú barndómsfelagið Víking.
– Tá vit nú hava valt at flyta heim aftur, so er tað av týdningi, at eg sum leikari havi besta møguleika at mennast í tí felagi, har eg spæli. Eg havi størstu virðing fyri Víkingi og felagið er mær kært, men í núverandi løtu havi eg brúk fyri einum ítróttarligum ‘kick’. Tað meti eg, at NSÍ kann geva mær. Samstundis vóni eg, at eg eisini kann vera við til at styrkja eitt sera gott og spennandi NSÍ-lið enn meira, sigur Bárður Jógvansson Hansen við heimasíðuna hjá NSÍ.
NSÍ hevur nú 23 yrkissáttmálar, og landsliðshøgribakkurin væntar, at NSÍ komandi kappingarár skal kappast um FM.
– NSÍ hevur ein dugnaligan og spennandi hóp. Tískil eru vónirnar fyri góðum úrslitum sera góðar. Eg ivist onga løtu í, at NSÍ kann verða við í stríðnum um FM í komandi ári, sigur 24 ára gamli Bárður J. Hansen við heimasíðuna hjá NSÍ.
Venjarin fegin
Anders Gerber, høvuðsvenjari hjá NSÍ, er fegin um at fáa landsliðsspælaran í hópin.
– Bárður Hansen er ein dygdargóður spælari, sum styrkir um hópin hjá okkum. Hann er skjótur, sterkur í mann móti mann støðum, góð innlegg og styrki, sigur Anders Gerber, venjari hjá NSÍ.
Stóra høvðupína hjá danska venjaranum í fjør var verjan, sum ikki altíð stóð mát við tey sterku liðini í Effo-deildini. Nú hevur Anders Gerber meiri at velja í.
- Nú fáa við størri kapping um verjukendu plássini, sum vit hava ynskt og fleiri valmøguleikar, ið er til tað betra fyri felagið, sigur Anders Gerber við heimasíðuna hjá NSÍ.
NSÍ byrjar at venja 9. januar.