Um vikuskiftið hevði mansliðið hjá Fortunu vitjan av Lyngby, sum teir hava tapt tríggjar ferðir ímóti í ár.
Men hesaferð bragdaði. hjá Fortuna Odense.
Seianstu tvær vikurnar hava teir lagt dent á at venja nógv móttøku og verjuspæl og tað gav úrslit í dystinum móti Lyngby, sum annars hevur eitt sera gott og vælvirkandi álop.
Nógvir bóltar vóru fingnir uppaftur tá tað sá mest ómøguligt út og tí vann Fortuna dystin 2-0.
Gudrid úti
Hjá Fortunakvinnum er annars eitt sindur øðrvísi. Gudrid, sum hevur verið við í fleiri dystum hjá besta liðnum hjá Fortuna, hevur so at siga fingið durafjórðingin eftir at Fortuna hevur fingið nýggjan venjara.
Hann hevur valt at koyra upp á royndirnar og ikki kann sigast annað enn at hann hevur ríkiligt at taka av í so máta.
Men úrslitini hava verið alt annað enn góð, síðani broytingina. Fortunakvinnurnar hava tapt allar dystirnar í fyrireikingini til endaumfari, og so er spurningurin um Gudrid kundi havt gjørt tað øðrvísi.
TV55 við Anniku og Alvildu spæli móti HIK Aalborg, og tann dystin vunnu dámurnar úr Jútlandi. Úrslitið gjørdist 2-0 til HIK.