Bárður Bendix Mikkelsen, venjari hjá føroyska manslandsliðnum í flogbólti, var í kvøld við til at vinna DM-gull við BK Marienlyst, har hann er hjálparvenjari.
Í DM-finalunum varð spælt best út av trimum dystum, og tað úrslitaði seg í tveimum tøttum finalum ímóti Gentofte Volley, har BK Marienlyst vann báðar tepurt 3-2.
BK Marienlyst er vanliga partur av oddinum í donskum flogbólti, men farnu tvey árini hevur tað verið Gentofte Volley, ið er farið avstað við meistaraheitinum.