Bárður vann Poetry Slam

Í gjárkvøldið bleiv dystast í Poetry Slam, sum er eitt slag av yrkingakapping. Vinnarin av kappingini, sum Háskúlin skipaði fyri, gjørdist Bárður Persson.

- Eg eri so ótrúliga glaður fyri, at eg gjørdist vinnari, tí eg hevði veruliga sett meg upp til tað og vildi bara vinna, sigur ein glaður Bárður Persson, sum er útbúgvin sjónleikari. Ein onnur orsøk, til at hann fegnast, er, at hann nærum kendi seg noyddan at vinna kappingina:

- Nú var tað soleiðis at seinasta ár, tá kappingin eisini varð hildin, segði eg við tann vinnaran, at næstu ferð fór eg at vinna kappingina, sigur Bárður Persson. Vinnarin í fjør var Kjartan Hansen.

Finalan í Poetry Slam varð hildin í Steinprent í gjárkvøldið, og umleið 50 fólk vóru til staðar fyri at hoyra yrkingarnar hjá teimum átta fólkunum, sum luttóku í kappingini. Nummar tvey gjørdist Drifa Hansen, meðan Marjun Kjelnæs gjørdist nummar trý. Fyrireikararnir siga, at áhugin fyri Poetry Slam hevur verið so mikið stórur, at skipað verður aftur fyri slíkari kapping komandi ár.