HB-málmaðurin Barður Johannesen er farin við føroyska fótbóltslandsliðnum á venjingarlegu í USA. Ætlanin var, at ungi málmaðurin í Frem, Gunnar Nielsen, skuldi við á ferðina, men ein skaði forðaði fyri, at hann kundi fara avstað. Tí vóru boð send eftir Bárði Johannesen, sum sjálvur hevur havt skaða at stríðast við í ár, men sum nú er klárur at spæla aftur.