SJÓMANSSKAPUR
Orð og mynd: Torleif Johannesen
Umborð á Atlantic Navigator,17.06.2006
Tíverri er eingin dupultkoyggja umborð á Atlantic Navigator. Hendan túrin hevði tað annars verið brúk fyri henni. Grundin er tann, at fyri fyrstu ferð eru eini hjún við. Umborð á Nærabergi vóru nakrar ferðir útlensak hjún við.
Hendan túrin hjá Navigator eru hjúnini Rannvá og Jens Jón Matras-Olsen í Vestmanna við. Rannvá er 23 ár og Jens Jón er 28. Tey blivu gift 12 juli í 2003.
Áðrenn tey fóru avstað, arbeiddi Rannvá sum hjálparfólk í barnagarðinum í Kaldbak og Jens Jón arbeiddi hjá bakaranum í Vestmanna.
- Hví søktu tit um hýru við Atlantic navigator?
- Vit ynsktu at royna okkurt nýtt og øðrvísi samstundis sum vit vóna at fáa nakrar krónur til góðar, siga tey bæði.
Hvørki teirra hevur nakrantíð droymt um at fara til skips. Men tá ein avvarðandi og kenningar, sum sigla við Navigator, søgdu frá hvussu tað var, fingu tey hug at royna tað eisini.
- Hvussu hevur upplivingin verið?
- Vit vistu ikki rættiliga, hvat vit kundu vænta. Nú hava við bara verið umborð í fáar dagar, men upplivingin hevur verið misjøvn, alt eftir veðrinum og sjóverkinum, siga tey flennandi og hyggja vinarliga hvørt upp á annað.
Bæði hava spýð, men bara eina ferð.
Sum hjún hava tey jú lovað at elskað hvørt annað og at stuðla hvørjum øðrum, óansæð hvar tey eru, og hvussu tey hava tað. Ella sum danskarin lovaði konuni, tá hann segði, at hann skuldi standa trúgvur við lið hennara »både i medgang, modgang og i søgang!«
Tey arbeiða í 6 tímar og hava so frí í 6 tímar og eru á somu vakt.
Bæði siga, at arbeiðið er strævið. Rannvá pakkar surimi, og Jens Jón arbeiðir við frystararnar. Tey siga eisini, at maturin er bæði góður, fjølbroyttur og nógvur. Tað er heitur matur fleiri ferðir um samdøgnið, og so kann ein fáa sær rugbreyð, fransbreyð, keks og ymiskt pálegg, ella okkurt súpandi allar tímarnar á døgninum.
Upp á fyrispurning um, hvussu tey føla seg sum einsamøll hjún millum 108 onnur »einlig« fólk svara tey:
- Vit føla okkum væl. Nú nakrir dagar eru farnir vita øll, at vit eru hjún. Samstundis fáa vit líkasum ikki víst ella givið rúm fyri teimum kenslum, sum vit vanliga geva hvørjum øðrum heima, so sum at halda um hvønn annan, klemmast ella mussast, tí fólk eru »allastaðni«. Vit kunnu heldur ikki ganga lið um lið og leiðast, tí gongirnar eru ov smalar, siga tey flennandi.
- Hava tit dupultkoyggju?
- Nei, tíverri. Vit hava eitt kamar við tveimum koyggjum. Har dekkararnir sova, er skipið innrættað soleiðis, at frá gongini koma vit inn í eina uppihaldsstovu, sum 3 ella 4 tveymannskømur hoyra til, við einum vesi við brúsu. Sostatt búgva 6 ella 8 mannfólk saman ella 6 ella 8 konufólk.
Tey høvdu fingið lyftið um at búgva á sama kamari, áðrenn tey fóru avstað.
Sum giftur maður hevur Jens Jón tó fingið »undantaksloyvi« at búgva saman við konuni inni á einum tveymannskamari, har konufólk eru í hinum trimum kømrunum.
Hvørki Rannvá ella Jens Jón vanta, at tey verða sjófólk burturav. Tey vóna at kunna verða við í eitt ár, har tey eru umborð í tveir túrar og so heima ein.
- Men nú fáa vit at síggja, skoyta tey varðisliga uppí.
- Vilja tit mæla øðrum hjúnum til at royna tað sama sum tit?
- Ja!
Hví?
- Tað er gott at royna nakað annað og øðrvísi. Nú síggja vit eisini arbeiðið og lívið heima í øðrum og kanska betri ljósið - og so ikki at gloyma dupultsongina, leggja tey flennandi og forelskaði afturat.