- Vit runnu tær niður í seinna hálvleiki. Orðini eigur føðingardagsbarnið, Bára Krossteig Hansen, sum skeyt fýra mál fyri Kyndil, tá kyndilskvinnur vunnu 30-20 (14-13) á VÍF í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini, og góvu sær sjálvum eitt ótrúliga gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn um eina viku.
Bára Krossteig Hansen hevur føðingardag í dag, og tað var ein góð gáva at fáa at vinna ein so tryggan sigur á VÍF.
Bára Krossteig Hansen fæst ikki at siga, at Kyndil er komið í finaluna, men hon viðgongur, at tað sær gott út við einari 10-málsleiðslu.