Bára og B36 løgdu bragdliga fyri

Kvinnur: ÍVB er á veg úr Gundadali við 4-1 tapi

Fyrsti dystur í kvinnukappingini í fótbólti var á middegi í Gundadali, har B36 hevði vitjan av felagsliðnum hjá ÍF, Víkingi og B68.

Tað letur til, at B36 ætlar sær meiri, enn tað hevur verið seinastu árini.

Í fjør var ÍVB leingi við í FM stríðnum, meðan B36 var longri niðri á talvuni.

Í dag vann B36 4-1 ímóti ÍVB. Hálvleiksstøðan var 1-1.

Fyrsti málskjútti í ársins kvinnukapping var Bára Magnussen, sum, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, legði heimaliðið framum. Dygst undan steðginum javnaði ÍVB. Málskjútti var Hanna Isaksen Højgaard.

Í seinna hálvleiki skoraði B36 trý mál. Málskjúttar vóru Elsa Anna Mohr, sum skoraði fimm minuttir eftir steðgin, liðformaðurin Olga Kristina Hansen, sum økti til 3-1 mitt í seinna hálvleiki og so Bára Magnussen, sum varð tvífaldur málskjútti, tá ið hon staðfesti 4-1 sigurin.