Báran snýtti heimafólkið

Púra óvæntað var tað, at Báran, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, skuldi vinna á favorittunum umborð á Jallinum og Firvaldi

5-MANNAFØR GENTUR

 

Dreymurin hjá suðuroyingum var, at Firvaldur við gentumanning skuldi vinna í heimasjógvi. Eftir tríggjar teir fyrstu róðrarnar vóru útlit fyri tí. Út frá úrslitunum og tølunum var spurningurin, um Jallurin hjá Knørrafelagnum fór at verða teimum ov boysin ella ikki.

Veruleikin gjørdist ein heilt annar. Báran, sum tey í Hvalvík og Streymnesi eiga, hevði ikki tikið lut í trimum teimum fyrstu kappingunum. Á Jóansøku luttók Báran, og tað var ikki við mýkindum.

Báran var mannað í Vestmanna. Tá ið báturin ikki hevði tikið lut í hinum róðrunum var Báran innast í feltinum. Tað vil siga, at hon var rættuliga langt frá favorittunum báðum, sum róðu mitt í feltinum og kappaðust borð um borð.

Í tí kappingini var Firvaldur skutin frammanfyri. Men á málinum vísti hetta seg ikki at vera nóg mikið til at vinna. Báran var skutin frammanfyri Firvald, og harvið fóru gullkrónurnar og steypið norður til Vestmanna!

Tað kendist sjálvandi sum eitt vónbrot bæði á Tvøroyri og í Róðrarfelagnum Knørri. Men tað eru framvegis Firvaldur og Jallurin, sum kappast um FM heitið.