Børn arbeiða við tubbakki

Eitt blað í Bangladesh avdúkaði um vikuskiftið, at meiri enn 25.000 børn í landinum arbeiða innan landsins tubbaksídnað.

Ittefaq skrivar, at børnini arbeiða á umleið hálvthundrað smáum verksmiðjum, sum gera sigarettir. Men lønin er syndarlig. Børnini fáa sambært blaðnum minni enn tvær krónur fyri hvørjar túsund sigarettir, sum tey gera. Arbeiðsviðurskiftini eru eisini syndarlig. Verksmiðjurnar eru vanliga smáir jarnskúrar, og nógv av børnunum líða av astmu og tuberklum, skrivar Ittefaq.

Blaðið vil eisini vera við, at seinastu fimm árini eru minst 30 børn deyð av sjúkum, sum tey hava fingið av tubbaksarbeiðinum, men blaðið ivast ikki í, at tað veruliga talið er væl størri, tí nógv børn koma ongantíð undir læknahond og verða tí heldur ikki skrásett. Barnaarbeiði er bannað við lóg í Bangladesh, men kortini arbeiða børn í nógvum vinnugreinum har.