Børn duga verri at tekna

Hevur teldilin skyldina?

Donsk børn tekna ikki á sama hátt í dag, sum fyri 15 árum síðani, skrivar Politiken. Ein skúlastjóri í einum donskum frískúla hevur í 15 ár savnað saman tekningar, sum nýggir næmingar hava teknað, tá tey hava verið til samrøðu. Fyri teimum børnunum, ið ikki funnu uppá okkurt sjálvi, varð skotið upp, at tey teknaðu eitt hús. 

 

 

Í dag eru serfrøðingar á einum máli um, at børnini fyri 15 árum síðani dugdu nógv betur at tekna enn tey, ið byrjaðu í fyrsta flokki í 2016. 

 

 

Hugflogið til tekningar frá 2002 er størri, og á tekningunum eru fleiri smálutir enn hjá næmingum, sum byrjaðu í fjør. Á gomlu tekningunum vóru fleiri, sum funnu uppá okkurt at tekna, og teknaðu alt pappírið við nógvum smálutum eisini og við nógvum ymiskum litum, og á teimum nýggju valdu tey flestu at tekna húsið, sum var nevnt sum dømi. 

 

 

Politiken sigur, at fleiri serfrøðingar halda, at tað er teldilin, ið er orsøkin til, at børnini duga verri  at tekna við litblýanti í hond. 

 

 

Millum annað er Lykke Andersen, forkvinna í felagnum Myndlistalærarar í Danmark, hørm um gongdina.

 

 

– Her er ein afturgongd hjá børnunum, tá tað kemur til at duga at tekna. Eisini tá tað kemur til, at fáa hugskot til, hvat tey skulu tekna. Tað verður heldur ikki teknað so nógv sum fyrr. Persónliga haldi eg, at tað er ein trupulleiki, at alt gongur fyri seg á iPaddinum í dag, sigur hon við Politiken.

<figure></figure>