Richard Danielsen
--------
Mæ runtist ikki at gerast pápi, havi harafturímóti staðið úti í síðulinjuni og eygleitt, tað er eisini eitt upplivilsi. At endanum varð eg knýttur ógvuliga nær einari stórari familju. Fýra børnum og 10 barnabørnum. Nú stóð man uppaftur nærri við og eygleiddi. Nú upplivdi eg á ein máta, sum eg ikki hevði upplivað fyrr, hvussu stórt hetta er, tá ið børnini koma. Trí komu aftrat, og vit hava verið serliga nógv saman við teimum, og tey hava lært meg nakað. Fyrst tey baði størru, sum ikki tvey ár er í millum. Tey vóru nógv hjá okkum, og tá ið eg fekst við ymist, vóru tey hjá mær, og eg sá hvussu væl tey spældu saman, klandraðust viðhvørt, tað gera øll børn. Eg sá tey vaksa upp. Tá ið tey vóru 5 og 6 ár, kom ein beiggi aftrat. Eg minnist, tá ið eg sá hann fyrstu ferð á sjúkrahúsinum, tað var eitt serligt upplivilsi og talaði til mín, hetta, at nú er ein komin aftrat, so nær í skyldskapi, men enn so fremmandur, júst komin við í felagskapin. Hann fer nú at mennast og koma at kenna, mammu, sum hann longu kennir í ein vissan mun, sum eg ikki eri førur at greina, hann fer at læra at kenna pápa sín, og at hann eigur ein fittan beiggja og eina fitta systur. Hetta er so talandi haldi eg. Soleiðis skipaði Gud lívið. Gud gjørdi tað soleiðis, at tað skuldi vera ein pápi og ein mamma í hvørjari familju. Gud setti familjuna á stovn. Skapanin og tilveran er eitt undur.
Gud ætlaði, at vit skulu síggja og kenna hin stóra skapara í øllum hesum undurfulla, sum fer fram. Rómbrævið 1,20 sigur:
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Gud ynskir og krevur tilbiðjan. Stórsta boðið er hetta:
Jesus svaraði: "Hitt fyrsta er hetta: "Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein. Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni."
Og so hetta, næsta tín sum teg sjálvan.
Annað er hetta: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan." Størri enn hesi er einki annað boð." Mark. 12 29-31.
Hetta eru tey stórstu boðini, tann, sum heldur tey, hevur uppfylt lógina, Róm. 13,10. Tað klárar eingin av okkum, men er hetta ikki nakað at stevna ímóti? Jú vissuliga.
Gud og næstin, øll hin heilaga skriftin er um hetta. Og hvør er næst okkum um ikki børn okkara. Hesi smáu eru dýrasta ogn okkara, tí eiga mamma og pápi, og annars ein og hvør,, ið hevur fingið hesa stóru uppgávu at ala eitt ella fleiri børn upp at leggja alla orku í hetta. Hetta er tann mest umráðandi uppgávan, tit hava fingið.
Satan, sum óndur er, hevur fingið oyðilagt hetta nógv. Samfelagið er í dag soleiðis skipað, at menniskju noyðast at koyra børnini á stovnar, tað er blivið soleiðis, tí menniskju ikki hava óttast Gud, sum tey skuldu. Men eg sigi við ein og hvønn trúgvandi og eisini við øll, leggi alla orku í at hava børn tykkara hjá tykkum so nógv sum møguligt, tey eru gáva Harrans, men eisini bara eitt lán, haldi eg vit kunnu siga. Barnaárini renna so skjótt og eru farin, áðrenn vit vita av.
Lat einki materielt ganga fram um børnini!
Skapanarverkið er stórt og undurfult, ikki minst vit, sum eru skapt í mynd Guds.
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
- Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Um eg vildi talt tær - tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn! Sálmur 139, 13 – 18.
Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: "Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara. Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: "Fyri ókendan Gud." - Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum. Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum; Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt. Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði - til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann - tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum. Tí í Honum liva, rørast og eru vit - sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: "Vit eru jú eisini ætt Hansara." Ápostlasøgan 17,22-28.