Tá Asbjørn Djurhuus gekk í skúla, vóru hvørki ravmagn, oljufýr ella vesi í skúlanum. Eina lampu nýttu tey til ljós, kolfýr til hita og vesið var eitt nátthús so smalt, at tú noyddist at bakka inn. Soleiðs greiddi Asbjørn Djurhuus frá umstøðunum, tá hann gekk í skúla á Selatrað sum smádrongur.
Í røðu síni ásannaði hann, at broyttar tíðir krevja broyttar umstøður. Krøvini í dag eru nógv strangari til bæði førleikar og fysiskar karmar í fólkaskúlunum. Hørð krøv verða sett til inniluft og ljós í dag, og harafturat skulu næmingar og lærarar verða teldukøn, skulu tey vera íklødd til lívið her á landi og í altjóðagjørda heiminum.
Hann greiddi frá málsetninginum, ið er at børnini í Sunda Kommunu skulu vera millum fremstu næmingarnar í landinum, og ásannaði at hetta bert ber til við bestu kørmum. Tí fegnaðist hann um, at henda íløgan í framtíðina var væl nýtt, tí karmarnir í nýggja skúlanum eru av teimum bestu.
Livandi lívið tað týdningarmesta
Fyrstilærarin í Hósvíkar Skúla, Eyðna M. Midjord, var sera fegin um at skúlin nú var endaliga liðugur, og fegnaðist um teir sera góðu karmar, ið nú eru gjørdir til børnini í Hósvík. Hon ásannaði samstundis at tað veruliga arbeiðið enn liggur eftir, nevnliga at skapa innihaldið í teimum nýggju karmunum.
- Ein skúli er tað sum hendir meðan børnini eru í skúlanum. Tað týdningarmesta í skúlanum er tað livandi lívið. Tað eru lukturin, litirnir, reinførið, hølini og mangt annað, ið skulu gera, at øll føla seg væl, tá tey koma inn í skúlan. Tað verða øll sum ganga í skúlanum, arbeiða í skúlanum og hava børn í skúlanum, ið koma at seta dámin á tað livandi lívið í skúlanum, segði Eyðna M. Midjord, fyrstilærari í Hósvíkar Skúla.