Frítíðarskúli
Børnini í frítíðarskúlanum eru full av orku. Tey renna runt allan dagin og spæla. Fýra starvsfólk og ein leiðari fylgja teimum gjøgnum seinnapartin.
? Tað er ógvuliga stuttligt at vera her, sigur sjey ára gamla Kristianna úr 1. a í Venjingarskúlanum. ? Vit spæla, mála og byggja bátar. Í dag hava vit málað bløð.
Børnini hava nakrar fastar aktivitetir. Til dømis sleppa tey at vera í høllini á háskúlanum, har tey hava dansi- , sang- og bóltspøl. Stórt øki er rundan um frítíðarskúlan, har børnini kunnu spæla.
? Eg haldi eisini, at tað er stuttligt, at vera her, sigur sjey ára gamli Sverri, sum eisini gongur í 1. a í Venjingarskúlanum. ? Vit plaga at spæla Police Force, sum er eitt spæl við monnum og bilum. Viðhvørt sita vit í hvílirúminum og lesa Dunnald Dunnu. Vit duga ikki at lesa tað, sum er skrivað, men vit hyggja bara eftir myndunum, og tað er eisini stuttligt.
Sjálvur frítíðarskúlin er eini sethús í trimum hæddum. Á miðhæddini er inngongdin, har køkur og spælistova er. Á loftinum er eitt sokallað genturúm við dukkum, koppastelli og øðrum gentuleikum. Eisini er eitt dreingjarúm har dreingirnir plaga at spæla bil og byggja torn.
Í kjallaranum er eitt hvílirúm. Har liggja madrassur á gólvinum og bløð til børnini at lesa. Inni í hvílirúminum hava børnini møguleika til at binda frið og hvíla seg eina løtu. Eitt sjónleikararúm við palli er eisini í kjallaranum. Har hava børnini møguleika at framføra sjónleikir. Síðsta rúmið í kjallaranum er arbeiðsrúmið, har børnini sleppa at mála, byggja bátar og annað.
Børnini syrgja fyri sær sjálvum tað mesta av degnum. Tey gera tað tey hava hug til og renna úti og spæla. Øll børnini eru samd um, at teimum dámar ógvuliga væl at vera á frítíðarskúlanum.