Fríggjakvøldið byrjaði eitt sangskeið fyri børn í leguhúsinum í Nesvík. Skeiðið er lagt upp sum ein sangleikur, har børnini í sangi og teksti skulu finna ein stóran skatt, sum er at finna í Bókini.
Vant verður fyrrapartin og seinnapartin, men annars er nógv annað áhugavert hjá børnunum at fara til, meðan tey eru í Nesvík.
Tað eru fólk úr missiónshúsinum á Strondum sum hava tikið stig til hetta skeiðið.
Á barnasangskeiðnum eru um 100 børn úr øllum landinum. Skeiðið endar við ókeypis konsert í ítróttarhøllini á Skála mikukvøldið.