Fyri tað fyrsta eru børn lítil á vøkstri - eru lægri enn bilarnir og síggjast einfalt ikki, tá ið tey eru aftan fyri teir. Sjálv síggja børn heldur ikki upp um bilarnar - og yvirhøvur er torført hjá børnum at gera sær eina heildarmynd av ferðsluni, tí tey síggja bara ein part av støðuni. Børn hava einfaldan hugsunarhátt og hava tí ilt at skilja abstraktar vegauppmerkingar, ferðsluskelti og ferðslureglur. - Jú yngri tey eru, jú verri eru tey fyri.
Tá ið vit eru í ferðsluni, nýta vit í høvuðsheitinum tveir sansir, nevniliga sjónina og hoyrnina. Hoyrnin einsamøll kann vera svikalig, tí at ymisk ljóð kunnu verða blandað saman, ella tey kunnu verða borin skeivt av vindi ella húsum, sum koma upp fyri. Yvirhøvur er mangan torført at gera av, hvaðan eitt ljóð kom - og verri er hjá børnum.
Tí er í ferðsluni ikki nógmikið bara at líta á oyrini, og t.d. at fara yvirum vegin uttan at hyggja, bara tí at tú ikki hoyrir ein bil koma. Tú skalt altíð eisini hyggja. Men, at síggja er ikki bara ein optisk registrering av inntrykkum. Tað at síggja umfatar eisini evnini at tulka tað, sum eygað sær. T. d. er ikki nóg mikið at síggja, at ein bilur kemur, meira umráðandi er at vita, hvussu langt hann er burturi og hvussu skjótt hann koyrir.
Við hesum skilst, at tað at nýta eyguni í ferðsluni, er ikki bara sum at siga tað og - als ikki hjá børnum. Í veruleikanum eru evnini at síggja og tulka ikki fult ment fyrr enn um 15 ára aldur.
Vit vita, at børn eru kenslusom, - hava altíð hug at spæla, - stutt er frá hugsan til ger, - tey handla impulsivt - og børn duga ikki væl at hugsa um fleiri viðurskifti í senn. Stendur eitt barn við ein veg og sær onkran hinumegin vegin, sum tað kennir, tað kann vera foreldur ella vinfólk, kann barnið fara leypandi avstað yvirum vegin, uttan at hugsa um at ein bilur júst fer fram við. Av hesum nevnda er mangur stórskaði hendur.
Onnur viðurskifti, sum kunnu verða nevnd eru
? Yngri børn duga illa at seta seg í støðuna hjá øðrum og hava tí ilt við at skilja, hvussu ein ávís støða kann kann vera, t.d. hjá einum bilførara.
? Fyri tað um eitt barn hevur lært, hvussu tað skal bera seg at í einum ávísum vegamóti, er ikki vist at barnið dugir at yvirføra hesa vitan til eitt annað vegamót, sum er bara eitt sindur øðrvisi.
Av hesum nevnda skilst, at børn - fyri stóran part - hava als ikki førleikan fyri vita, hvussu tey skulu bera seg rætt at í ferðsluni. Og tá ið tey ikki hava førleikan, kunnu tey heldur ikki hava ábyrgdina. Spurningurin er, hvør hevur so ábyrgdina?
Tað er tú, sum varðar av barninum, ert tú foreldur, lærari, petagokur ella bara ert saman við barninum. Men tað er eisini - og ikki minst - tú, sum situr aftan fyri róðrið. Og tú eigur at hava í huga, at tá ið talan er um børn, er ikki nóg mikið at tú hevur rættin á tínari síðu, tí at tú hevur fylgt ferðslureglunum. Tað verður kravt av tær, at tú hugsar fyri børnini eisini og tekur fyrivarni út frá tí! Politikkarar og onnur, sum taka avgerðir, hava sjálvandi ábyrgdina av, at vegirnir og ferðsluumhvørvi er gjørt soleiðis, at børnini eru so trygg sum til ber.
Í ferðsluni eiga vit av børnum altíð at vænta tað óvæntaða!