Børn og starvsfólk á dagstovnum fyri vanbýti

Tað verður javnan framført, bæði í løgtinginum og í fjølmiðlunum, hvussu serliga væl tað hevur eydnast at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita. Barnaansingin er tað fyrsta økið, sum er lagt út til kommunurnar at umsita.
Landspolitikkarar ásettu karmarnar við nýggju dagstovnalógini, áðrenn økið var lagt út, men ikki kann sigast at teir hava sæð til, at karmarnir eru samsvarandi lógini ? heldur tvørturímóti

Vegna Føroya Pedagogfelag
Jarvin Feilberg Hansen, formaður

Dagstovnalógin ásetur, at tað skulu vera í minsta lagi 2/3 námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar á hvørjum stovni. Støðan ídag er júst tann øvugta, og tað gongur við rúkandi ferð tann skeiva vegin. Tørvur er á umleið 160 pedagogum úti á dagstovnunum. Hóast hetta, so verður bert tikin ein flokkur inn á pedagogútbúgvingina. Tvs.,at skúlin tekur færri pedagognæmingar inn enn hvat nýggju stovnarnir hava tørv á. Serstakliga sæst, at tey smærru plássini hava sera torført at fáa útbúnar námsfrøðingar í starv.
Føroya Pedagogfelag hevur gjørt Mentamálaráðnum varugan við hetta í fleiri ár, men tað tykist ikki sum um politiski viljin er til staðar at loysa henda trupulleika.
Ein annar álvarsligur trupulleiki eru teir góðkennandi myndugleikarnir. Fleiri dagstovnar eru ikki góðkendir av heilsumyndugleikum, brunaumsjón og arbeiðseftirlitinum.
Vit spyrja mangan okkum sjálvi, hvar teir góðkennandi myndugleikarnir eru, tá tað snýr seg um viðurskifti hjá børnunum og starvsfólkunum á dagstovnunum. ? Er tað veruliga so, at vit í Føroyum
ikki raðfesta børn okkara hægri !
Hvat viðvíkur umsiting av dagstovnunum, hava tær stóru kommunurnar egnu sosialu deild ? og hava tí sjálvsagt nógv størri møguleikar at seta seg inn í barnansingarviðurskiftini ? og hava eisini størri fíggjarliga orku enn tær smærri kommunurnar.
Tórshavnar Kommuna hevur í fjølmiðlunum lovað, at tað verður veitt ansingartrygd til øll børn í Tórshavnar Kommunu aftaná 1. august 2004 ? tað er jú val í ár. Fleiri nýggir stovnar eru bygdir, sum eru klárir at taka í nýtslu 1. august ? men tað verður lítið og einki hugsað um hvørji fólk skulu starvast á hesum nýggju dagstovnunum. Harafturat roynir Tórshavnar Kommuna nú av øllum alvi at trýsta fleiri og fleiri børn inn á stovnarnar við tí úrslitið, at børnini og tey, ið starvast á stovnunum, hava sera vánalig kor at búleikast undir.
Harafturat eru tað hølisviðurskiftini á dagstovnunum. Føroya Pedagogfelag kann eisini her staðfesta, at krøvini als ikki verða hildin. Vit undrast eisini á, hví raðfestingin/viljin at fáa nøktandi karmar til børn og starvsfólkini, sum hava ábyrgdina av okkara dýrabara tilfeingið ? børnini ? ikki verður sett hægri.
Endamálsorðingin í Dagstovnalógini er væl orðað. ? men hvat so !
Rætt er, at nógvir góðir nýggir stovnar eru bygdir, men tíðin er komin, har vit mugu seta dygdina/kvalitetin á dagsskránna.
Vit liva eisini í einari tíð, har fleiri og fleiri foreldur og avvarandi seta krøv til dagliga innihaldið á stovnunum. Um ikki teir politisku myndugleikarnar gera nakað, verða tað tey, sum framyvir koma at seta krøvini.
Børnini hava krav uppá at fáa eina so góða byrjan uppá lívið sum til ber ? og við tað, at tey eru í »varðveitslu« á dagstovnum meginpartin av degnum ? mugu karmarnir vera so góðir, mennandi og tryggir, sum til ber.
Okkara vón er, at bæði landspolitikkarar og kommunalpolitikkarar veruliga fara at seta luppin á umstøðurnar og viðurskiftini úti á dagstovnunum.