VØKSTUR
Meðan vit bíðaðu eftir, at Marin Katrina Frýdal fór at halda sína røðu og klippa snórin til almennu upplatingina av Klingruni gjáramorgunin, steðgaðu vit á, har børn úr býlingshúsinum Inni á Gøtu plantaðu trø.
Poula Eidesgaard er leiðari á stovninum, sum hevur 11 ár á baki. Sjálv hevur hon starvast har í átta ár.
Hon segði, at 58 vøggustovu-og barnagarðsbørn eru á stovninum, og tey flestu vóru við til hátíðarhaldið í gjár.
- Afturfyri at planta trøini, fáa børnini fruktir og sunkist frá kommununi, segði hon.
Poula Eidesgaard helt, at hetta er stuttligt hjá børnunum, nú stovnurin liggur so tætt uppat, har trøini eru plantað.
- Hetta merkir, at tey gjøgnum árini kunnu fylgja við, hvussu trøini fara at veksa, segði hon.
150 trø
Vit høvdu eisini stutt prát við Jógvan Olsen, sum starvast á lendisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann segði, at talan er um umleið 150 trø, sum í gjár og í hesum umfari vórðu sett niður við Klingruna.
- Trøini eru komin av Gróðurstøðini í Hoydølum, og talan er um fleiri sløg av trøum, harav nøkur eru vetrargrøn.
Jógvan Olsen segði, at nøkur av trøunum kunnu gerast rættiliga stór, um teimum verðu lív lagað.
- Okkurt kann fáa eitt tvørmát upp á einar tveir metrar, segði maðurin, sum skipaði fyri plantingini í gjár.