Beint eftir klokkan 21:30 í kvøld hoyrdust forvitnisligir tónar yvirav lítla pallinum á Summar Festivalinum. Tað vóru grønlendsk børn og ung úr barnaheiminum í Uummannaq, sum sungu, dansaðu og spældu uppá trummur mitt á gøtuni.
Hetta var grønlendskur trummudansur, og fleiri fólk savnaðust rundan um grønlendsku børnini, sum vóru íklødd grønlendsk klæði og sungu á grønlendskum.
Pipaluk Hammeken var ein av fyriskiparunum, og hon sang eisini við. Hon hevur føroyska mammu, og tær arbeiða báðar á barnaheiminum í Uummannaq.
- Vit plaga ofta at framføra, og tað gera vit millum annað fyri at spreiða eitt sindur av gleði. Tað var ordiliga stuttligt í kvøld. Vit framførdu eisini á flogvøllinum, tá vit komu til Føroya, sigur Pipaluk Hammeken.
- Vit møttu tveimum grønlendarum, og vit sóu, at teir fingu tár í eyguni, tá teir sóu okkum framføra, fortelur hon.
Øll børnini í barnaheiminum vóru komin til Føroya, tí tey skuldu í eitt brúdleyp. Tey løgdu í hesum sambandi leiðina framvið Summar Festivalin og fingu í lag at framføra teirra trummudans. Tey kalla seg fyri Uummannaq Music.