Børn í Skálafirði fáa sparkivøll

Runavíkar Býráð hevur samtykt at keypa lendi í Skálafirði til ein sparkivøll

Runavíkar Býráð hevur samtykt at keypa lendi í Skálafirði til sparkivøllin

Tað vóru bygdarfólk í Skálafirði, sum hava vent sær til býráðið við ynski um at fáa ein sparkivøll í Skálafirði. Tey skutu upp, at vøllurin verður lagdur vestan fyri Dvørgasteinar.

Men í bygdarætlanini er tað lagt av til fríøki og tí kann vøllurin ikki leggjast har.

Hinvegin ber væl til at leggja hann á stykkið beint sunnanfyri, har tað ber til at byggja hugnaøki og spælipláss. Sostatt samtykti býráðið at keypa lendi til sparkivøllin á hesum stykkinum.