Børn sum ikki orka upp um morgunin skulu sleppa at møta seinni í skúla

Børn, sum ikki orka so væl upp um morgunin, skulu sleppa at møta seinni í skúla um dagin. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkim

 

Løgtingið hevur aðalorðaskifti um, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini. Og í hesum sambandi ásannaði Bill Justinussen, at tá ið hann gekk í framhaldsdeild, hevði hann akkurát sama trupulleika, sum óteljandi aðrir tannáringar hava: hann orkaði ikki um um morgnarnar. Og hann ásannaði, at í tveimum teimum fyrstu tímunum í skúlanum fekk hann einki burtur úr, tí hann sat og hálvsvav.

 

Og hann skilur rætt og slætt ikki, at eisini hesin spurningurin als ikki ikki verður tikin upp á tunguna, nú ætlanin er at endurskoða fólkaskúlan.

 

Hann heldur, at skúlin eigur at verða í tveimum, so at hann verður lagaður til tey børn, sum eru A menniskju, men at hann eisini verður lagaður til tey børn, sum eru B menniskur, og ikki eru vakin fyrr enn eina ferð út á fyrrapartin.

 

Tí heldur hann, at skúlin eigur at verða skipaður soleiðis, at børn, sum eru B menniskju, skulu sleppa at møta seinni í skúla, enn hini børnini. Hann heldur, at varð skúlin skipaður soleiðis, høvdu tey fingið nógv meiri burtur úr, tí í minsta lagi vóru tey vakin í skúlatíðini, heldur enn at sita og hálvsova teir fyrstu tímarnar, tí tey skula møta í skúlanum tíðliga á morgin, tá ið onnur eru uppi.