Í dag fyllir Poul Olsen í Vági 99 ár. Hann er birgur, og minninum bilar onki.
Sigast kann, at hann heldur sær væl. 99 ár er høgur aldur, men ikki merkist, at Poul Olsen ber so høgan aldur.
Og í dag savnaðust børn úr Ungdómshúsinum í Vági á trappusteininum hjá Poul Olsen, bankaðu uppá, og vórðu boðin innar.
Við sær høvdu tey stóra føðingardagskøku, føðingardagskort, og so sungu tey fyri Poul, sum fegnaðist um vitjanina av hesum yngra ættarliðinum i bygdini.