Á einum sjúkrahúsi í Hongkong stríðast læknarnir nú við at bjarga trimum nýføðingum, sum eru í lívsvanda, tí mammur teirra høvdu ta herviligu lungnasjúkuna SARS. Læknarnir siga, at teir noyðast at nýta sterkan heilivág, sum vanliga bert verður nýttur til vaksin fólk.
Felags fyri tey trý børnini er, at tey vórðu fødd ov tíðliga, og læknarnir dylja ikki fyri, at tey eru ógvuliga sjúk. Tey hava trupulleikar við andadráttinum og onnur sjúkueyðkenni, ið minna um SARS, men tað er kortini ikki endaliga staðfest, at børnini veruliga hava fingið sjúkuna.
- Vit noyðast at hava tey undir eftirliti eina tíð frameftir, tí vit mugu tryggja okkum, um tey hava fingið virusið ella ikki, segði læknin Liu Shao-haei á sjúkrahúsinum í Hongkong í gjár.
Heimsheilsustovnurin WHO viðgongur, at SARS hevur breitt seg skjótari, enn stovnurin hevði roknað við. Leiðarin á smittudeildini hjá WHO, David Heymann, sigur, at higartil hevur stovnurin fingið vissu fyri, at 209 fólk eru deyð av sjúkuni, og at meiri enn 3.900 sjúklingar eru smittað. Hann ivast ikki í, at tað veruliga talið er væl størri, serliga í Kina.
Kinesisku myndugleikarnir viðgingu fyri nøkrum døgum síðani, at teir høvdu ikki sagt sannleikan um, hvussu útbreidd sjúkan er har. Eitt nú varð sagt, at 37 fólk í høvuðsstaðnum Beijing vóru smittað, men seinni søgdu myndugleikarnir, at tað rætta talið var 339.
Um vikuskiftið gjørdi myndugleikarnir at koyra leiðaran í almenna heilsuverkinum og ein borgarstjóra frá. Almenna grundgevingin var, at teir høvdu ikki handfarið SARS á sømiligan hátt.