Ein somalisk útvarpsstøð hevur skipað fyri einari kapping fyri børn. Uppgávan var at lesa úr koranini, og tey, sum stóðu seg best, fingu eina riflu av slagnum AK-47 í vinningini.
Bretska blaðið The Guardian skrivar, at tey bæði børnini, sum stóðu seg best í kappingini, fingu hvør sína riflu, og at tann, sum bleiv nummar trý, fekk tvær hondgranatir umframt pengar.
Tann víðgongda rørslan Shebab, sum ræður í syðra parti av Somalia, hevur ræðið á útvarpsstøðini. Fleiri lond hava skrásett rørsluna sum ein yvirgangsfelagsskap, og rørslan verður sett í samband við a-Qaeda.