Heilsa
Í langa tíð hava børn og ung í Eiðis kommunu so at siga ligið í tannlæknaloysi.
Men nú eru hesi viðurskifti komin upp á pláss aftur.
Tann 1. oktober undirskrivaðu borgarstjórin í Eiðis kommunu, Tordur J. Niclasen og Oddmar Færø, tannlækni, sáttmála um regluligar kanningar og viðgerð.
Borgarstjórin sigur við Sosialin, at sáttmálin soleiðis tryggjar børnum og ungum í Eiðis kommunu regluliga viðgerð tvey tey næstu árini.
- Tannlæknin fer at húsast á tannlæknastovuni í Hvalvík, sum vit hava selt Oddmari Færø.
Tordur J. Niclasen sigur, at sáttmálin millum partarnar kemur í gildi beinanvegin.
- Vit fegnast um hesa avtalu, sum nú kemur børnum og ungum í kommununi til góðar longu frá 1. oktober, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu.