Myndugleikarnir í Tjad hava skuldsett seks franskar og sjey spanskar ríkisborgarar fyri at hava havt ætlanir um at burturflyta 106 børn til Evropa. Børnini skuldu við einum sponskum flogfari til Fraklands, men myndugleikarnir fingu snevilin av ætlanini og steðgaðu flogfarinum í síðstu løtu.
Seks av teimum skuldsettu arbeiða hjá franska hjálparfelagsskapinum Zoes Ark, og tey hava greitt tjadsku myndugleikunum frá, at børnini eru foreldraleys og úr ófriðarliga sudanska landspartinum Darfur. Men kanningar hjá Reyða Krossi hava avdúkað, at 91 av børnunum hava minst annað av foreldrunum á lívi, og at tey flestu børnini eru úr Tjad og ikki úr Sudan. Ein trupulleiki er, at nógv av børnunum eru so smá, at tey duga ikki at siga, hvar tey búgva.
Forsetin í Tjad, Idriss Deby, hevur sagt, at tey, sum ætlaðu at flyta børnini av landinum, verða revsað. Hann hevur tó bent á, at tríggir franskir blaðmenn, sum vórðu tiknir saman við hinum, kunnu sleppa til Fraklands, og at flogternurnar á spanska flogfarinum eisini kunnu sleppa til hús.