Fleiri skúla hava árliga rennidagin í morgin - seinasta dagin fyri heystfrítíðina.
Fólkaheilsuráðið hevur seinastu tvey árini varpað ljós á týdningin av at røra seg sum mest, og m.a., tí fara allir skúlar aftur í ár at hava ein sokallaðan rennidag.
Vanliga hava skúlar rennidagin síðsta skúladag fyri heystfrítíðina, sum í ár er í morgin. Men tað ber eisini til at renna annan dag, um skúlar ynskja tað.
Skúlarnir leggja sjálvir strekkini, ið kunnu rennast fleiri ferðir, um næmingarnir orka. Einki mark er fyri, hvussu langt næmingarnir skulu renna, men skúlarnir havaábyrgd av at ansa næmingunum, so ikki nakar kemur illa fyri.