Í sera hugnaligum umhvørvi savnaðust foreldur og børn á Dagstovnurin við Løgmannabreyt týskvøldið 29. mai til eina máltíð og eina framsýning av listaverkunum, sum børnini sjálvi høvdu gjørt. Eisini var tónleikaframførsla og sangur á skránni.
Tey elstu børnini hava verið sera virkin hetta seinasta árið, tey hava arbeitt við ymiskum verkætlanum og verið nógvastaðni og vitja stovnar og fyritøkur fyri at fáa innlit í hvussu hesi arbeiða. Tey hava t.d. vitjað borgmeistaran í Tórshavnar kommunu, Mjólkarvirkið, politistøðina, verið í skótahúsinum á Ternuryggi og á legu í Tjørnuvík. Eisini hava tey vitjað Torbjørn Olsen listamann og Listasavn Føroya, har tey fingu inspiratión til tey ymisku listaverkini, sum tey sýndu fram hetta kvøldið. Tey vitjaðu eisini í Hoyvíkar skúla, har tey øll fara at ganga eftir summarfrítíðina.
Mennast í kreativum umhvørvi
Starvsfólkini á stovninum eru samd um, at børnini mennast meira við at arbeiða seinasta árið við ymiskum verkætlanum, enn um tey fara í vanligan skúla sum seks ára gomul.
Stovnurin hevur í síni endamálsorðing at í samstarvi við foreldur og børn, skal stovnurin vera eitt gott stað at vera við góðum trivnaði og felagsskapi millum børn og starvsfólk og millum starvsfólkini. Eisini at børnini mennast í einum kreativum umhvørvi, og dentur verður lagdur á, at tey skulu uppliva náttúruna.
Dagstovnurin við Løgmannabreyt læt upp 1. apríl 2003 og er sostatt fýra ára gamal. Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 18 børnum, harav ein er skúlastova við 21 børnum. Harafturat er ein vøggustovu við 12 børnum. Íalt eru 69 børn eru á stovninum, og har eru tilsamans 16 starvsfólk, 6 pedagogar og 10 hjálparfólk. Allar stovurnar hava nøvn úr havinum: Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran, umframt felagsrúmið, sum kallast Mølin. Leiðari á stovninum er Sofía Nattestad.