Í sera hugnaligum húsum í Tórsbyrgi í Havn býr Edith í Jákupsstovu. Hesin býlingurin er háttaður sum ein gomul føroysk bygd, samanbygd hús, ymisk í sniði. Fólk í øllum aldri búgva har, og grannin er ikki longri burtur, enn hevur tú brúk fyri honum, rópar tú á hann. Tað kundi ikki verið betri, heldur Edith í Jákupsstovu, sum á pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum í sambandi við Eldradagarnar herfyri, greiddi frá, hvussu týdningarmikið tað er, at gomul fólk ikki verða avbyrgd í eldraíbúðum.
- Eg varð beinanvegin boðin við í bindiklubb, tá ið eg flutti higar, og børnini í grannalagnum renna inn og út og spyrja, um ?omma? er inni. Her eri eg ikki einsamøll, men eg vil kortini siga, at tú skalt sjálv vera opin, fyri at fólk skulu tíma at tosa við teg, sigur Edith í Jákupsstovu.
Útiseti undir krígnum
Edith í Jákupsstovu er ættað úr Lamba. Hon er 83 ára gomul og eigur átta børn, tveir synir og seks døtur. Sum blaðung fór hon til Danmarkar at arbeiða. Systurin, sum arbeiddi sum diakonissa, útvegaði henni arbeiði á einum barnaheimi, har hon skuldi læra barnarøkt. Har varð hon verandi í tvey ár. Heimkomin fekk hon arbeiði á barnaheiminum, sum tá var í Vestmanna.
- Eftir nøkur ár í Føroyum fór eg aftur til Danmarkar, har eg gjørdist barnagenta í einum privatheimi, og nakað eftir fekk eg arbeiði á einum frítíðarheimi á Nørrebrúgv, greiðir Edith frá.
Í Danmark hitti Edith mannin, sum hon stutt eftir gifti seg við. Hann var úr Fuglafirði og las løgfrøði í Keypmannahavn. Fyri at vinna pening undir lestrinum fekk hann sær fyrst útbúgving sum løgreglumaður.
- Vit giftu okkum í 1940, vit fingu ein son í 1941 og hálvt annað ár seinni aftur ein son. Tá tann yngri var tveir mánaðir gamal, doyði maður mín av blóðkrabba. Tað var hart, ikki minst tí, at eg slapp ikki heim til Føroya. Eg hevði tó systur mína har, fekk dreingirnar í dagrøkt, og so fór eg til arbeiðis á Fólkayvirlitinum, ið júst tá var sett á stovn. Øll skuldu skrásetast, og nógv var at gera. Vit umsótu eisini ratióneringsmerkini.
Edith hitti seinna mannin, Jákup, í Keypmannahavn, og tey vórðu gift, áðrenn tey fluttu heim til Føroya beint eftir krígslok. Jákup var ættaður úr Sørvági, og hagar fluttu tey. Jákup kom upp í politikk beinanvegin, varð valdur inn fyri Javnaðarflokkin, men av tí at hann var loysingarmaður, varð hann koyrdur úr flokkinum. Eftir at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður, fór hann uppí har.
Jákup fór í starv sum skrivari í Fiskimannafelagnum, og familjan flutti til Havnar. Ringt var at sleppa av við húsini í Sørvági, sum vóru nýbygd og væl útgjørd, so Edith og Jákup gjørdu ikki mætari enn at taka húsini niður og seta tey upp í Jóannes Paturssonargøtu í Havn, har tey í dag hýsa ymsum feløgum og bera navnið Jákupsstova. Jákup gjørdist sjúkur, men helt kortini fram í arbeiðinum. Eftir 18 ár í Fiskimannafelagnum, misti hann starvið, tí nýggi formaðurin helt tað ikki vera neyðugt at hava skrivara.
Øll árini í Sørvági og í Havn arbeiddi Edith heima, har hon var um øll børnini. Men tá ið Jákup doyði í 1974, mátti hon út at arbeiða fyri at forsyrgja sær og børnunum. Fleiri av teim eldru børnunum vóru í lestrarørindum uttanlands. Hon fekk tímalønt arbeiði á Frímerkjadeildini, og har var hon í fleiri ár.
Nógv samband
við yngri ættarlið
Síðani hon gjørdist fólkapensjónistur, hevur Edith í Jákupsstovu ongantíð havt aðra inntøku enn fólkapensjónina.
- Tá ið tú veitst, hvat tú fært hvønn mánaða, lærir tú at klára teg fyri tað. Eg veit, hvat eg fái, og hvat eg skal av við, og so má restin røkka. Tað havi eg altíð dugað, og tá ið børnini vóru smá, gjørdi eg teimum klæðir. Gomul fólk duga eisini at klára seg fyri minni enn yngri fólk og krevja sum heild minni. Mær dámar ikki, tá sagt verður, at gomul fólk liva á hungursmarkinum. Nú eru sjálvsagt ikki øll líka, sigur Edith í Jákupsstovu.
Nógv hevur verið tosað um virðilig ellisár í sambandi við Eldraárið. Yvirskriftin til áður umrødda pallborðsfundin í Norðurlandahúsinum var ?67 ár og hvat so??. Á fundinum førdu fleiri fram, at virðingin fyri tí einstaka fer, tá ið ein verður 67 ár. Frá at hava verið virkin í samfelagslívinum, verður ein viðskiftafólk uttan myndugleika á Almannastovuni. Men Edith í Jákupsstovu heldur ikki, at fólk nýtast at mála myndina so svartskygda.
- Eg havi ikki verið varug við, at virðingin fyri mær er farin, tí eg eri vorðin gomul. Av tí, at stórur aldursmunur er millum míni elstu og yngstu børn, havi eg altíð havt ungdóm í húsinum. Húsini hava altíð staðið opin, eisini fyri vinfólkunum hjá mínum børnum, og av tí sama verður ein sjálv opin. Hóast eg bert havi sjeynda klassa, havi eg lært so ómetaliga nógv av teimum. Havi lurtað væl, og tað hevur givið mær lærdóm.
- Í dag hava yngri fólk ikki so gott tol at lurta eftir gomlum fólki, tá ið tey hava hug at siga frá teirra lívsroyndum. Tey taka ikki altíð tað til eftirtektar, sum gomul fólk siga, og sigur tú við yngri fólk, at fyrr í tíðini gjørdu vit so og so, svara tey tær aftur, at nú er ikki fyrr. Og tað er jú rætt. Alt er broytt so nógv, og tí ber ikki til altíð at tosa um, hvussu alt var fyrr.
Stúri ikki fyri framtíðini
Av lyndi er Edith bjørtskygd og lættsint. Hon stúrir ikki fyri framtíðini, hvørki fyri tey, sum eru gomul í dag ella fyri eftirkomararnar.
- Eg havi altíð verið so heppin at hava fólk rundan um meg, mær dámar væl at práta við fólk, og eg eri opin fyri øllum. Øðrvísi er hjá teimum, sum sita einsamøll. Tá stúrir tú lættliga.
- Eg stúri als ikki fyri, hvussu Føroyar verða, tá ið vit fáa fullveldi. Maður mín plagdi at siga, at tá ið vit loysa, missir Danmark ein fosturson, men fær ístaðin ein bróður. Eg harmist um, at kjakið um fullveldi ikki stingur djypri enn til pengarnar. Hjá nógvum hevur tjóðskaparkenslan einki at siga. Hví skal alt mátast í pengum? Eingin tosar um, hvussu teir skulu og kunnu brúkast. Vit oyðslaðu alt burtur í áttati árunum og settu okkum í risastóra skuld. Eg skilji væl, at fólk verða frustrerað av at hava sett seg í stóra húsaskuld, men livimátin ger, at fólk velja slíkt.
- Nøkur spáa, at livistøðið verður lægri, tá ið vit fáa fullveldi, men tað veldst um, hvussu tú sjálv ert. Vit hava ongantíð átt nógvar pengar, men kortini hava vit havt ráð at keypa bøkur og myndir. So spardu vit onkra aðra staðni. Bil hava vit ongantíð átt.
- Uttanlands havi eg eisini verið seinastu árini, men tá hava børnini og ommubørn boðið mær. Í so máta ber til. Tað ber ikki til at leggja pengar av til ferðing av eini fólkapensjón, tí tað eru altíð onkrar eykaútreiðslur. Viðvíkjandi mati og klæðum havi eg ikki stór krøv. Klæði eigi eg nóg mikið av.
Einki hóvasták burtur úr
Edith hevur ikki skrivað seg upp til nakað ellisheim ella sambýli. Hon kundi als ikki hugsað sær at flutt nakra staðni.
- Eg havi ikki hugsað so langt, at eg ein dag ikki fari at klára meg sjálva. Kanska tí eg havi børn. Kemur tað hartil, at eg má á ellisheim, taki eg tað sum tað kemur. Eg veit, at nógv sita ógvuliga einsamøll og bara síggja heimahjálpina. Eg havi heimahjálp ein tíma um vikuna, og børnini og ommubørnini síggi eg ofta. Um tað er rætt at hugsa, at børnini taka sær av tær, tá ið tú verður óhjálpin, veit eg ikki.
- Hevur tú brúk fyri hjálp frá tí almenna, biður tú sjálvsagt um tað. Í mínum hugaheimi er tað hvørki ringt, eyðmýkjandi ella nøkur skomm, men bara nakað, sum skal avgreiðast. Eg geri einki hóvasták burtur úr slíkum. Skalt tú hava nýggjar brillur, rindar tú meginpartin sjálv, men sjálvsagt fert tú eftir teimum krónunum, tú fært aftur frá Sjúkrakassanum.
- Gomul fólk ella teirra avvarðandi lata ofta verri at enn teimum nýtist. Hinvegin skilji eg væl avvarðandi, sum kæra sína neyð, tá tey dag og nátt mugu taka sær av teirra gomlu foreldrum. Tað er bæði strævið og bundið.
Tá ið vit spyrja Edith, um gomul fólk skulu taka til takkar fyri støðuna sum hon, sigur hon, at hon hevur einki at fílast at.
- Eg eri glað fyri støðuna, sum hon er. Eg havi ongantíð havt tørv á at gera myndugleikar vart við viðurskifti, eg ikki eri nøgd við. At fólkapensjónistar fáa meiri pening næsta ár, hugsi eg als ikki um. Íslendingar siga, at tey sum fáa meiri, vilja hava meiri. Og tað er nakað um tað!
Tað hevur aldri staðið á hjá Edith at hava eitthvørt at takast við, heldur ikki á ellisárum.
- Mær dámar ógvuliga væl at lesa, og havi altíð bundið og vovið nógv. Tiltøkini, sum hava verið fyriskipað í sambandi Eldraárið, hava dámt mær væl. Annars havi eg altíð gingið nógv til fyrilestrar, framsýningar, konsertir, og annað. Nú eri eg kortini noydd at fáa onkran at koyra meg, tí eg fái ikki so væl gingið. Bussin havi eg annars altíð brúkt nógv.
Kvinnupolitiskt hevur Edith eisini verið virkin. Eitt skifti, beint eftir hon var komin til Havnar at búgva, sat hon í nevndini í Kvinnufelagnum, og í 1989, tá ið stóra kvinnuráðstevnan var í Oslo, var Edith við í ferðalagnum.
- Størsta uppgávan øll árini, eg var virkin í felagnum, var at fáa javnstøðulógina viðtikna. Tað var spennandi at fylgja við, og vit vóru allar glaðar, tá ið lógin loksins varð samtykt. Vit kunnu gleðast um, at javnstøða gerst alt meiri vanlig, og ikki minst, at so nógv fólk fáa sær góða útbúgving. Betur útbúgvin fólk eru, lættari er at fremja javnstøðu. Sum foreldur hava vit strongt á okkara børn um at útbúgva seg, men tey hava sjálv verið áhugað í at útbúgva seg væl. Tað eri eg sera glað fyri í dag. Gorki hevur eina ferð sagt, at um børn tíni ikki eru betri enn tú sjálv, hevur tú alt tey skeivt upp, sigur Edith í Jákupsstovu at enda í viðtali.
Um lív og
heilsa verður
Hetta er fimta og seinasta samrøðan í greinarøð í Sosialinum, har prátað verður við eldri fólk í sambandi við, at altjóða eldraár er í ár.
Í nógvum londum rundar fimti hvør íbúgvi 60 ár ella meira um aldaskifti, siga vísindafólk. Oftari nú enn fyrr verða tey eldru umrødd sum eitt samfelagsligt vandamál, ið fer at vaksa og vaksa. At fólk sjálv kunnu hava ávirkan á sína framtíð, er nakað vit kunnu vóna.
Í greinarøðini hava vit tosað við fólk um, hvørja hugmynd hvør einstakur hevur um nútíðina og framtíðina. Hetta hóast eingin okkara veit, nær sólin fer í kav og vit ikki eru her longur.
Í røðini hava samrøður verið við Onnu Petersen í Vági, Sverra Egholm í Havn, Jóhonnu Johannesen í Vestmanna, og Jógvan Gerðalíð í Klaksvík.