? Vit hava enn ikki fingið alt endaliga at vita frá fyrireikarunum í býráðnum, men vit hava onkrar ætlanir. T.d. ætla vit, at børnini skulu gera eina framsýning, sigur Elisabeth Henriksen, ið er leiðari á dagstovninum á Hamrinum.
Hon greiðir frá, at børnini eru ógvuliga spent til kongaligu vitjanina.
? Men tey vænta sær sikkurt, at tað verður ein prinsessa sum í ævintýrunum í stórum prinsessukjóla og øllum, ið har til hoyrir. So vit mugu bara vóna, at tey ikki gerast skuffað, heldur Elisabeth fyri.
Spurd, um børnini munnu vita hvørji Mary og Frederik eru, svarar Elisabeth, at tað vita tey væl.
? Vit gjørdu rættiliga nógv burturúr, tá krúnprinsaparið giftist. Vit seymaðu skjúrt til genturnar, høvdu kongakrúnur og ymsikt annað. So tað minnast børnini væl, og tey gleða seg nógv at síggja prinsin og prinsessuna í veruleikanum, sigur Elisabeth Henriksen at enda.