Børnini hava rætt

Ungdómsportalur, undirvísingartilfar og barnaráðgeving eru nøkur av liðunum í einum umfatandi arbeiði hjá Barnabata, ið vil upplýsa føroyskum børnum um rættindi teirra

Ein tann mest umfatandi verkætlanin, ið viðvíkir føroyskum børnum, fór í dag av bakkastokki. Í meir enn eitt ár hevur ein arbeiðsbólkur saman við Barnabata, umframt í samstarvi fleiri kommunur, feløg og privatar fyritøkur, arbeitt við ætlanini, ið nevnist "Tú Hevur Rætt!" Endamálið er at kunna føroyska ungdómin um tess rættindi, og nógv er longu komið av skafti. Millum annað er ein rúgva av undirvísingartilfari gjørd til fólkaskúlanæmingar, ein nýggjur ungdómsportalur er komin á alnetinum og ein barna- og ungdómsráðgeving setti seg við telefonina í dag.

Gud og Allah
Tað er Annlis Bjarkhamar, ið samskipar stóru verkætlanina, ið virkar fram til nýggjárið. Hon heldur tað vera týdningarmikið, at børnini vita, hvørji rættindi tey hava.
- Vit hoyra ov lítið um rættindini hjá børnum, hóast Løgtingið longu í 1992 samtykti ein ST-sáttmála, ið tryggjar hesi rættindi. Børnini skulu vita, at tey hava sjálvstøðug grundleggjandi rættindi, og verkætlanin er millum annað ein roynd at gera vart við hesar umstøður, sigur Annlis Bjarkhamar.
Undirvísingartilfarið, sum verkætlanarbólkurin hevur framlett saman við Bókadeildini hjá Lærarafelagnum, er býtt upp í tríggjar ymiskar útgávur, har altit verður tikið til aldurin og menningarstøðið hjá næmingunum. Tilfarið skal upplýsa og eggja til samrøðu, kjak og innlit í rættindini hjá børnunum. Nøkur av evnunum er eisini nakað kontroversiell. Til dømis leggur nakað av tilfarinum til børnini millum 10 og 12 ár upp til eitt kjak um trúarfrælsi. Í skrivliga tilfarinum verður nevniliga lagt upp til, at vinarlag einki hevur við Gud ella Allah at gera.

Portalur og ráðgeving
www.eg.fo eitur ungdómsportalurin, ið tendraðist á alnetinum í dag. Ætlanin við portalinum, ið er ætlaður teimum 12 til 18 ára gomlu, skal millum annað lýsa áhugaverd ungdómsevni og tiltøk, ið viðvíkja teim ungu.
Børnini fáa nú eisini sína egnu barna- og ungdómsráðgeving. Her kunnu børnini spyrja um alskyns evni, so sum einsemi, vinarlag, kærleika, kynslív, sorg, kynsligan ágang, ja, eitthvørt, ið tey ynskja at práta um. Sum nakað spildurnýtt eru ráðgevarnir tøkir umvegis bæði telefon, kjatt og brævakassa. Og so er tað eisini ókeypis at ringja 80 70 10, ið er telefonnummarið hjá ráðgevingini, sum í fyrstu syftu einans er opin mánadagar og hósdagar frá kl. 14 til 22.
Ætlanin er harmumframt at skipa fyri ítøkiligum tiltøkum komandi mánaðirnar. Til dømis arbeiða ung í MáF við einum sjónleiki um happing.