Farna fríggjadag sýndu børnini fram ymiskt frá verkætlanini Summarnám 2013, ið er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin hevur avgjørt at royna fyri at vita, um undirtøka er komandi ár í eitt longri tíðarskeið.
Øll børn í 2. til og við 5. flokk kundu melda seg til verksmiðjur. Ein av hesum var kokkarok, ein vika við matgerð, har børnini hava lært um matmentan. Tankin er at læra børnini hvat tað vil siga at gera mat, handfara mat og hvør okkara matmentan er í Føroyum. Undirvísari var Gutti Winther, kokkurin úr sendingini hjá KVF Spísikamarið.
Harafturat hava verið listaverksmiðjur og tónleikaverksmiðja við Guðrið Poulsen-leirlistarkvinnu, Oggi Lamhauge- grafikari og listapedagogur, Silju Strøm, listakvinna og Filip Mortensen og Hanus Mikal Andreasen, tónleikarar og undirvísarar.
Útisjónleikur var eisini verið á skránni við Kristinu Sørensen Ougaard, sjónleikari.
Lesið meira (kelda):
Mynd: torshavn.fo