Ein dómstólur í Egyptalandi gjørdi í dag av, at myndugleikarnir skulu sleppa tveimum kristnum børnum, sum vórðu handtikin í gjár, tí tey høvdu niðrað halgubók muslima, Koranina. Børnini vórðu tikin, eftir at løgreglan hevði fingið boð um, at tey høvdu pissað á bløð, sum ørindi úr Koranini stóðu á.
Tey bæði børnini, sum eru 9 og 10 ára gomul, skuldu sambært avgerð hjá ákæruvaldinum sita í varðhaldi í eina viku, men í dag gjørdi rætturin av, at tey skuldu latast leys.
Børnini hoyra til ta koptisku kirkjuna, sum er ein kristin minnilutakirkja í Egyptalandi.