Mangan verður alt ov lítið hugsað um fólk og súklur, tá ið vegir og vegamerkingar verða gjørdar. Bila- og bussferðslan er tað sum liggur myndugleikunum fremst í huga og ofta skal ein ólukka henda, áðrenn broytingar verða gjørdar til frama fyri tey til gongu.
Børn í ferðsluni eru serliga útsett og regulin má vera tann, at bilførararnir skulu hava eitt ógvuliga vakið eyga, tá ið børn eru í nánd, tí frá teimum kann man vænta tað óvæntaða. Hvussu er og ikki eiga ferðslu- og vegmyndugleikarnir altíð at hugsa um fólk til gongu, serliga børnini, tá ið teir leggja ferðsluna til rættis. Men tíverri er ikki altíð so.
Foreldur í vesturbýnum í Havn og á Norðasta Horni, sum eiga børn í Venjingarskúlanum, hava gjørt okkum varhug við, at tað er sera vandamikið hjá børnunum skulu tey við bussinum, ið koyrir út í Norðasta Horn. Komin úr Venjingarskúlanum ganga tey eftir gongubreytini á Frælsinum, fara síðani yvirum gonguteigin og inn á gongubreytini, ið gongur niðan eftir Landavegnum. Men gonguteigurin yvir um Landavegin er langt uppi í Kinabrekkuni, á krossinum við Heygsvegin og tað er ov langur teinur hjá børnunum at ganga, sum bara skulu yvir um vegin. Tí er sjón fyri søgn, at tey taka tey sær løgir og renna yvir um vegin til gongubreytina hinumegin, har bussurin steðgar, sum koyrir út á Norðasta Horn. Og tað kann verða sera vandamikið, tí renna tey yvirum og bilar standa og bíða við hávatenninar, síggja bilførararnir, ið koma av Frælsinum og skulu niðan Kinabrekkuna ikki børnini.
Vøgg Guttesen, býarverkfrøðingur í Tórshavnar býráð sigur, at eingin hevur gjørt tey varhug við, at børnini eru í nøkrum vanda her.
Fyri stuttum gjørdu vit nakrar broytingar á hasum strekkinum, gonguteigar og betri vegamerkingar, men at børnini eru í serligum vanda har, havi eg ikki hoyrt nakran siga, sigur Vøgg Guttesen.
Onga heimild
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ikki uppgávu og heimild at vísa á ítøkiligar vandar í ferðsluni. Hinvegin er uppgáva teirra at upplýsa og kunna fólk um vandar sum so. Men Jón Kragesten á Ferðslutrygd sigur tó, at ofta verður fyrst og mest hugsað um bilar og tunga ferðslu enn um okkum deyðiligu.
Í hesum førinum á vegastrekkinum við Landavegin eru tríggjar breytir, ein til vinstru, ein til høgru og ein beint fram, og tann eina breytin er á skák soleiðis, at bilar spakuliga kunnu glíða inn á breytina. Tískil fara børnini yvir um ein ógvuliga breiðan veg og tað er vandamikið í sjálvum sær, sigur Jón Kragesten.
Gonguteigar ikki altíð tryggir
Hvussu skúlabørnini fáa ein tryggari skúlaveg er ilt at siga, men ein loysn kundi verið at farleiðin hjá teimum varð broytt. Til dømis kundi bussurin koyrt úr býnum eftir J. Paturssonargøtu og snarað inn við Bryggjaríið hjá Restorff og síðani koyrt niðan eftir Landavegnum, har børnini vórðu tikin upp í bussin. Á tann hátt høvdu tey ikki verðið noydd at farið yvir um tveir gonguteigar, men hinvegin bara hildið seg á gongubreytini á Frælsinum. Tað hevði ikki verið ein góð loysn at flutt gonguteigin yvir um Landavegin longur oman ímóti hávatonnunum, tí sambært hagtølum verður næsta triðja hvørt barn, sum er til gongu og verður yvirkoyrt, árent á sjálvum gonguteiginum. Hugburðurin má tí vera, at jú færri gonguteigar børnini skulu yvirum, jú tryggari farleið. Sum er skulu skúlabørnini í Venjingarskúlanum, sum skulu við bussinum, ið koyrir út á Norðasta Horn, yvir um tveir gonguteigar . . .