Í Liberia er støðan hon, at eini 200.000 børn eru uttan foreldur og mong teirra eisini heimleys.
Hetta er eitt úrslit av tí herviliga borgarakrígnum, sum landið hevur verið í tey seinnu árini. Nú er kortini líkt til at vend er við at koma í.
Herfyri fekk Liberia tann fyrsta kvinnuliga forsetan í einum afrikanskum landi. Hon hevur veruliga sett sær fyri at fáa landið á føtur aftur, og líkt er til at hetta er við at geva úrslit.
Fleiri útlendskir íleggjarar hava áhuga at gera íløgur í landið. Og hjálparfelagsskapir kring allan heimin halda seg heldur ikki aftur í hesum arbeiðinum.
- Okkara mál er at geva tí nýggja ættarliðinum eina nýggja vón, og at hjálpa teimum til eitt betri lív, sigur Matthew Sakeuh við Sosialin.
Hann er gudfrøðingur, men hevur halgað sítt lív fyri tey børnini, sum eru ringast fyri orsakað av borgarakrígnum.
- Nógv av hesum børnunum hava áður gingið við eini byrsu í hondini. Nú geva vit teimum eina bók ístaðin, sigur Matthew.
Hungra óhjálpin
Sjálvur veit hann alt um, hvat tað vil siga at búgva í einum krígsherjaðum landi – og hvussu hatur kann skilja grannar.
Í borgarakrígnum vórðu tveir av brøðrum hansara tiknir av døgum, og sjálvur var Matthew heppin at hann ikki fekk somu lagnu sum teir.
Hann slapp undan drápsliðunum, og kom at búgva í eini flóttafólkalegu í mong ár. Henda gjørdist “heim” hansara, og her fann hann sær konu og fingu tey trý børn saman.
Seinni slapp Matthew til USA, og her gav hann Gudi lyftið sítt um at venda aftur til heimlandið at hjálpa børnunum her.
Í dag er greið tekin um, at landið er á rættari kós, bæði tá talan er um frið og trygdina hjá tí einstaka borgaranum.
- Men tað eru framvegis túsundtals børn, sum eru foreldraleys, hungra og duga hvørki at lesa ella skriva.
- Hesum børnunum vilja vit hjálpa, sigur Matthew.
Síggið neyðina!
Í samband við vitjan sína í Føroyum hevur Matthew gjørt sær greitt, hvønn boðskap hann ætlar at bera føroysku áhoyrarunum.
- Tit eru vorðin so ríkiliga vælsignaði í øllum. Og nú er tað so tykkara uppgáva at lata onnur fáa lut í hesi signingini - hesi, sum einki eiga og onga framtíð hava.
- Eg ynski at fáa fólk út úr teirra komfort, og fáa eyguni upp fyri neyðini í heiminum, sigur hann.
FAKTA
ABC í Føroyum
Føroyska deildin av ABC Barnahjálpini eru nú av álvara farin til verka. Upprunaliga var felagsskapurin stovnaður í Íslandi í 1988.
Endamálið við felagsskapinum er at veita foreldraleysum og fátækum børnum í menningarlondunum eina varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum.
Í hesum døgum skipar felagsskapurin fyri kunnandi fundum kring landið. Samstundis við hetta verður arbeitt við at byrja eina verkætlan millum børnini í Liberia.
Byrjað verður við at savna inn pening til verkætlanina. Allur hesin peningurin fer órørdur til hetta.
ABC Barnahjálp er ein óheftur sjálvsognarstovnur sum hevur eina sjeymannanevnd. Í henni sita: Rúna sivertsen, Rúni Hentze, Karsten Hansen, Margreth Olsen, Beinta Háberg Jacobsen, Maibritt Frederiksberg og Hilda Viderø.