Børsen gevur Eik Banka ein frammaná

Nicholas Rohde, greinari, er bersøgin í sínari meting. - Eg hevði ikki havt meira enn 750.000 krónur í veikastu peningastovnunum, sigur hann við Børsen.

Orsøkin er, at Børsen hevur, saman við óheftu metingarfyritøkuni Niro Invest, mett um váðan í peningastovnunum, tí óavmarkaða ríkistrygdin fer úr gildi hin 1. oktober í ár.

Eik Banki í Danmark verður mett at vera millum ótryggastu bankarnar í frágreiðingini. Eik Banki er á fjórðniðasta plássinum av 99 bankum.

Hals Sparekasse er, sambært frágreiðingini, tryggasti peningastovnurin í Danmark. Honum á baki koma Fanø Sparekasse, Vinderup Bank, Frøs Herreds Sparebakke og Frørup Andelskasse.

Aftan fyri Eik Banka Danmark eru Skælskør Bank, Finansbanken og Morsø Sparekasse, sum er aftast.

Ríkistrygdin hvørvur hin 1. oktober, og tá verður innskjótaratrygdin avmarkað til 750.000 krónur. Um ein banki fer á húsagang, er møguleiki fyri, at viðskiftafólk og fyritøkur missa innistandandi, sum er meira enn henda upphædd.