Búseting í Koltri er 1200 ára gomul

Longu fyri 1100-1200 árum síðani búðu fólk í býlinginum Heima í Húsi í Koltri.

Tað vísa kanningar, sum akkurát nú eru gjørdar.

Í hesum sambandi er brent byggkorn frá fornfrøðiligum rannsóknum sent til kanningar og úrslitið er akkurát komið.

Úrslitið vísir, fólk búleikaðist í býlinginum Heima í Húsi í Koltri í 800-900 árunum, ella longu tíðliga í víkingaøld, sigur Fornminnissavnið.

Hesi bæði seinastu árini hava fornfrøðingar verið í Koltri og gjørt rannsóknir í sambandi við at Koltursgrunnurin endurreisti húsini Uppi í Búð, Heima í Húsi.

Húsini Uppi í Búð vóru nakað umbygd síðan Stranda Jákup bygdi tey um 1857. Fornfrøðiligu rannsóknirnar skuldu tí í fyrsta lagi vísa, hvussu húsini sóu út upprunaliga.

Í sama viðfangi varð eisini kannað, hvussu djúpar kulturfláirnar vóru undir verandi húsum.

Uttanfyri vesturveggin Uppi í Búð, vísti tað seg, at ein bardun til ein gamlan elsteyra var fest sera djúpt niður í moldina. Tá bardunholið varð grivið út og benið reinsað, vórðu kulturfláir avdúkaðar, ið tilsamans vóru yvir 2 metrar tjúkkar.

Tað eydnaðist at finna nøkur brend korn, sum eru sera álítandi tá ið búseting skað tíðarfestast, tí tey hava so stutta livitíð og eru ikki líka móttakilig fyri ávirkan uttanífrá sum eitt nú kríatúr.

Staðfest varð, at talan var um byggkorn og kanningin vísir, at tey eru frá 800-900 árinunum.

- Nú er so staðfest at búsetingin Heima í Húsi longu tíðliga í víkingatíð fevndi seg so vítt sum vestur um húsini Uppi í Búð, sigur Fornminnissavnið.