Búsetingarmøguleikar

Jógvan Finnur Poulsen

Búsetingarmynstrið her hjá okkum hevur higartil verið so, at hvør skal eiga síni sethús. Hetta hevur umframt nógvan pening eisini kravt stór byggilendi til hvønn búreising. Í mongum førum má sigast, at úrnýtslan hevur verið alt ov lítil. Lendi har byggjast kann er avmarkað, tað sær ein og hvør, sum eygu hevur. Her má ikki oyðslast men gagnnýtast sum best.
Fleiri kommunur, eisini nakrar minni enn okkara, hava boðið borgarum sínum alternativan møguleika - nevniliga raðhúsabygging ella íbúð.
Væl veit eg um kanning, sum gjørd varð her fyri árum síðan v. v. hesum, og at áhugin var lítil. Tilboð býráðsins var búseting úti á Dal, men eg hugsi, at betur hevði verið um møgu-leikin eisini var inni í Fuglafirði.
Tað eru ikki øll, sum leggja í at eiga stórt grundstykki at halda og høvdu gleðiliga tikið av slíkum tilboði.
Hetta er eitt av málun-um, sum troka á at vera loyst.
Hesum fara vit at arbeiða fyri.
Eingin ivi valdagin - sjálvandi C
Tað sigur C sjálvt.