Búskapargrunnurin

Gunnar K Nattestad

Búskapargrunnurin er aftur uppi at venda. Samgongan hevur endiliga funnið út av at skilja fullveldið burtur úr tí skilagóða, at tryggja øllum føroyingum, núlivandi sum komandi, ein part av inntøkunum frá eingangsinntøkum, m.a. møguligum oljuinntøkum.
Sensatiónin, at nú var breið politisk semja um at seta grunnin á stovn, var avlívað av løgmanni, ið krevur at ein útgjaldsskipan skal uppí lógina beinanvegin. Av tí at semja tykist vera um inngjaldi, vil eg fylgjandi halda meg til møguliga útgjaldsskipan.
Lat meg fyrst siga, at eg haldi tað vera betur at fáa eina breiða semju um grunnin uttan útgjald, heldur enn at einki kemur burtur úr tí útgjaldi skal við. Men hinvegin hevði tað verið gott, at kunna samst um hvat slag av úgjaldi talan skal vera um, áðrenn møguligar inntøkur byrja at koma.
Nakað ið eyðkennir tær inntøkur talan er um, er at tað ikki liggur arbeiði aftan fyri ið samsvar við inntøkuna. Mótsætt flestu inntøkum á fíggjarlógini, so koma hesar inntøkur ikki umvegis føroya fólk ella føroyska vinnu. Tá inntøkur (skattir, Mvg, tollur o.l.) verða kravdar inn eru tað stórt sæð altíð fólk í Føroyum ið líka sum eru "verjar" hjá hesum pengum. Hesi fólk kunna gera sína ávirkan galdandi, m.a. á hvørjum vali og harvið hava tey vald á teimum ið umsiga pengarnar ið koma á fíggjarlógina.
Men oljupengarnir hava ongan "verja". Hettar kann partvíst líknast við blokkin, tó hevur fólkatingið tá ávirkan á hvussu hesir penganir vera brúktir.
Út frá hesum haldi eg tí at tað er umráðandi at oljupengarnir fáa ein verja. Ein máti at gera hettar uppá er við at lata pengarnar fara umvegis borgarnar. "Ein kekkur til hvønn føroying" er kent citat og tað ljóðar sera freistandi - kanska marglætisligt. Men við at lata pengarnar fara umvegis borgaran, slepst undan "foreldraleysum" pengum.
Politikarnir kunna so skatta pengarnar innaftur, men nú er meira javnvág í. Frá at pengarnir so at siga detta niður á fíggjarlógina úr leysum lofti, er nú støðan tann, at borgarin varar av pengunum og tað er mótvegis hesum, politikarin skal verja innkrevjing og nýtslu av "oljupengunum".
Persónliga haldi eg at borgarin í útgangsstøði, er best til at umsita peningin. Onkur heldur kanska at tað er betur at politikarnir umsita útgjaldið beinleiðis, men teir eru eisini vanlig fólk og hevur ein ikki álit á vanliga borgaranum, hví so á politikarunum? Vónandi kunna vit hava álit á báðum.
Sama um vit fáa ein búskapargrunn við ella uttan útgjaldsskipan, er at vóna at hettar kemur ígjøgnum skjótt og at tað verður breið politisk og fólkalig semja, so tað slepst undan at fara til hendurs tá møguligar inntøkur koma.