Búskaparráðið og fiskimaðurin

   

Sambært formanninum í búskaparráðnum skal landsstýrið ikki óttast, at fíggjarlógin gevur undirskot, tí at ov nógv alment fólk eru sett í starv og mælir hann til, at enn fleiri almenn størv verða sett, hetta mugu flestu halda vera undarliga búskaparráðgeving, tí vinnulívið klárar illanokk at føða núverandi almennu umsiting og við verandi útlitum fyri vinnuna, kemur hon als ikki at klára er bera núverandi umsiting ,so skattir og avgjøld mugu hækkast fyri at bera almennu umsitingina, verður umsitingin so enn størri, tá verður lítið eftir í lønarposanum hjá vanliga føroyinginum.
Fiskimaðurin sýnist at standa illa í eygunum á búskaparráðnum, tí at hann hevur ein skattafrádrátt, sum ger, at frádrátturin nøkulunda dekkar útreiðslurnar, sum eru við at vera sjómaður. Hettar hevur búskaparráðið fingið ilt í reyvuna av, og mæla teir til, at frádrátturin verður avtikin.
Somuleiðis ráða teir frá, at tikið verður undir við uppskotið Sambandsfloksins um, at rækjuflotin kemur undir FAS skipanina í nøkur ár fyri at bjarga honum undan húsagangi, alternativ til uppskot Sambandsfloksins hevur búskaparráðið ikki, uttan at lata flotan fara á húsagang.
Til seinast vilja teir broyta MVG lógina soleiðis, at ikki fer at bera til at vera sjálvrekandi útróðrarmaður, saman við nøkrum ungum kreftunum í Tjóðveldisflokkinum vilja teir jarðleggja útróðrarflotan, men tíbetur, fullveldislandsstýrið mátti leggja frá sær í úrtíð, og var tað gott fyri fiskimannin.
Sambandsflokkurin tónar reint flagg og stendur inni fyri, at sjómenn hava skattafrádráttin og vil virka fyri at broyta MVG lógina, so tað verður lættari at reka útróðrarbátar enn tað er ídag og at reka vinnuna annars, tí tað er vinnan og bert vinnan sum føðir Føroyar, tit í búskaparráðnum
Búskaparráðið kann Føroyar verða fyri uttan, men hvat var Føroyar eitt fátækt land uttan fiskimannin.
At fiskimaðurin er lágt í metum hjá ávísum persónum hava okur ásannað, men veruleikan sleppur so ongin føroyingur og heldur ikki búskaparráðið undan, uttan fiskimannin var onki búskaparráð og heldur onki vælferðarsamfelag, men armóð og elendiheit.
Til tykur sum hava havið til arbeiðspláss, hugsið tykkum væl um, nú nýval verður, gleðilig jól og gott nýggjár og góðan fong komandi ár.