Tá landsstýrið á sumri ár 2000 var til samráðingar í Keypmannahavn um ein sáttmála millum ?fullveldið Føroyar og kongaríkið Danmark?, setti landsstýrið ynski fram um 15 ára búskaparliga skiftistíð. Men heldur enn at kalla 15 ár fyri 15 ár, valdi landsstýrið at seta eitt roknistykki upp sum segði, at Føroyar skuldu hava eina árliga veiting úr Danmark á 650 mió. krónur. Hetta skuldi vera galdandi líka til føroyska bruttotjóðarúrtøkan var vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 milliónirnar svaraðu til 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Frá tí degi skuldi blokkstuðulin minkast burtur eftir trimum árum.
Danskir fjølmiðlar vóru skjótir at rokna út, at hetta merkti ikki 15- men 63 ára skiftistíð.
Í tíðindaskrivi frá Landsstýrinum um hetta (sum eisini varð sent donsku fjølmiðlunum) varð sagt, at hesi tíðindi vóru beinleiðis ósonn. Sagt varð millum annað: ?Landsstýrið vísir til, at vøksturin í føroyska búskapinum hevur seinastu seks árini verið 9,8 prosent í meðal. Um hesin vøkstur heldur fram, fellur blokkurin burtur eftir 11 ? 12 árum?.
Fíggjarlógin fyri 2002
Tann 29. desember 2001 hevði Sosialurin eina samrøðu við Karsten Hansen, landsstýrismann, um fíggjarlógina fyri 2002. Har stóð millum annað soleiðis: ?Seinnu árini hevur búskaparvøksturin verið eini fimm-seks prosent árliga. Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur ikki roknað við hesum, nú hann hevur gjørt fíggjarlóg fyri komandi ár.
Í komandi fíggjarlóg verður bert roknað við einum vøkstri upp á umleið eitt prosent, sigur Karsten Hansen, sum heldur vil vera varin enn at noyðast at koma aftur umaftur.?
Jú víst er tað gott at vera varin, men 1 prosent má sigast at vera sera lítið, tá ein sigur seg trúgva uppá 9,8 prosent.
Um vit nú venda aftur til skiftistíðina, so minnist eg, at onkur hevði roknað út, at ein búskaparvøkstur á 2 prosent eftir roknistykkinum hjá landsstýrinum, gav 60 ára skiftistíð, meðan 1,5 prosent góðu 79 ára skiftistíð. Hvussu nógv 1 prosent gevur, veit eg ikki, - men tað kann eisini vera líka mikið, tí tað hevði ikki verið í okkara tíð, at tann skiftistíðin bleiv liðug.
?