Magni Laksafoss er avgjørdur, tá hann verður spurdur um uppritið frá Landsverk, har tað verður sagt, at ymsik fíggingarmynstur kunnu nýtast í samband við Sandoyartunnilin. T.d. kunnu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin leggjast saman í alment partafelag, so vinningurin av Eysturoyartunnlinum kann fíggja Sandoyartunnilin. Soleiðis slepst eisini undan, at peningur skal játtast á fíggjarlógini.
Onga viðmerking
Uppritið hevur fingið tingmenn og onnur at rakna við. Summi eru fyri, meðan onnur meta, at hesar hugsanir steðga ella útseta ætlanirnar um ein sandoyartunnil.
Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksafoss, er konsekvetnur, tá hann svarar spurninginum um fíggingarmynstrini, sum Landsverk varpar ljós á.
- Onga viðmerking, sigur Magni Laksafoss avgjørdur.
- Mítt fokus er avgjørt á, at vit mugu tálma búskapinum. Og fíggingarmynstrini hava fyri mær ongan áhuga júst nú. Tað snýr seg um at tálma, tí búskapurin er glóðheitur og reyðu lampurnar lýsa, sigur Magni Laksafoss.
- Tað er eitt gott boð, at vit útseta ætlanina um Sandoyartunnilin, men tað kann eisini vera okkurt annað, sum bíðar. Men hendan ætlanin er ein stór ætlan, sum eg meti kann bíða, sigur Magni Laksafoss, ið leggur dent á, at tað snøgt sagt snýr seg um virksemið í samfelagnum og um, hvussu nógv kann vera í gongd samstundis.
- At útseta Sandoyartunnilin er ikki nokk í sær sjálvum, men ætlanin kann bíða og fyllir nógv í búskapinum. Tí hevur slík ætlan eisini tær avleiðingar, at annað hvørvur í búskapinum, sigur Magni Laksafoss.
Tunnil og fiskimannafrádráttur
- Búskapurin er glóðheitur og vit mugu tálma í 2008, tí vit kunnu ikki halda fram á henda hátt. Tað er eitt sindur avhasað í londunum kring okkum, men í Føroyum eru vit óivað eitt sindur seinkað í so máta, sigur Magni Laksafoss.
- Fyri meg hevur tað ikki so stóran týdning, um tað er tunnilin til Sandoynna sum bíðar, ella um vit minka fiskimannafrádráttin, men vit mugu í hvussu er gera okkurt, staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjatmálum.
- Eg kann ikki koma og siga, at vit skulu tálma, uttan at koma við onkrum ítøkiligum, og tí havi eg sagt, at míni boð eru, at vit útseta Sandoyartunnilin og minka fiskimannafrádráttin. Tað er nú einaferð so, at 90% av eini fíggjalóg liggja føst og so eru tað 10%, sum ein kann gera nakað við. Tí er spælirúmið ikki so stórt og tí er t.d. ætlanin um Sandoyartunnilin eitt gott boð uppá eina stóra ætlan, sum kann bíða, sigur Magni Laksafoss.
Boðskapurin við at siva inn
At Landsverk í uppriti hevur varpað ljós á, at til ber fíggja tunnilsætlanir uttanum landskassan, hevur ikki áhuga landsstýrismansins. Fyri Magna Laksafoss snýr tað seg um, at nú skal búskapurin tálmast og okkurt skal bíða og hanasra boð er Sandoyartunnilin, og so kann fiskimannafrádrátturin eisini minkast.
Men trýr Magni Laksafoss uppá, at tingmenn fara at lurta eftir ávaringunum, nú vit eru í einum valári og tað ikki er óvanligt, at tingmenn gjara meira út enn vanligt?
- Eg haldi boðrskapurin er við at siva inn hjá politikarunum. Vit mugu tálma búskapinum og búskapurin tekur ikki hædd fyri, um vit eru í einum valári, ella ikki, sigur Magni Laksafoss.