Fyrrverandi og núverandi landsstýrismenn eru ikki samdir um, hvussu búskapurin hevur tað.
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í síðstu viku við Sosialin, at búskapurin gløðir og at reyðu lampurnar lýsa. Hann mælti til at tálma her og nú, og hansara boð vóru at útseta Sandoyartunnilin og at minka sjómannafrádráttin.
Magni Laksáfoss metti heilt einfalt, at tað var ein spurningur um, hvussu nógv virksemi kundi vera í gongd í senn.
Bárður ikki samdur
Tað er ikki so langt síðani, at Bárður Nielsen fór úr sessinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyri at taka við sum stjóri fyri størstu byggiætlan í Føroyum, nevniliga Stórutjørn.
Bárður Nielsen eigur at hava eina meting um, hvussu búskapurin er fyri, tí hann hevur sitið í landsstýrissessinum fyri stuttum, og hann er ikki heilt samdur við Magna Laksáfoss.
- Eg eri ikki samdur við Magna Laksáfoss í, at tað er so álvarsligt, at reyðu lampurnar lýsa. Men eg eri samdur við honum í, at alt koyrur sera skjótt í løtuni. Tað sæst millum annað á, at arbeiðsloysið er met lágt. Tað er næstan óhoyrt, at tað kann vera so lágt, sum hjá okkum, sigur Bárður Nielsen.
Steðga Sandoyartunnlinum
Magni Laksafoss mælti í síðstu viku til at tálma búskapinum og at gera hetta við at steðga Sandoyartunnlinum og minka sjómannafrádráttin.
- Vit hava ikki góðar royndir av at gera so harðlig tiltøk, ella tálma ov harðliga, sigur Bárður Nielsen, fyrrverandi landsstýrismaður.
- Hinvegin hava vit í mong ár roynt at tálma, leggur Bárður Nielsen afturat.
Onki búskaparkrakk á veg
At Bárður Nielsen setir seg á odda fyri so stórari privatari byggiætlan, sum Stórutjørn, bendir ikki á, at hann metir búskapin vera ov heitan ella at hann metir vanda vera á ferð.
- Tað er ikki uppgávan hjá tí privata at tálma búskapinum, men at gera íløgur. Tað almenna kann tálma almennu útreiðslunum, sigur Bárður Nielsen.
Men tú metir ikki, at eitt búskaparkrakk er á veg, tá tú setir teg á odda fyri so stórari ætlan, ella hvussu?
- Nei, sjálvsagt ikki. Um vit mettu, at búskapurin gløddi, ella at eitt krakk var á veg, so fóru vit als ikki undir hetta, sigur Bárður Nielsen.
Útelndsk arbeiðsmegi
Bárður Nielsen sær ikki vandatekin, hóast ferð er á búskapinum, og hann hevur sínar metingar.
- Í mínari verð er ongin ivi um, at vit eiga at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Tað eigur at ganga báðar vegir, og føroyingar arbeiða allastaðni og hava altíð gjørt tað. Tað ber ikki til, at tað gongur so illa at fáa útlendska arbeiðsmegi inn, meðan føroyingar fáa arbeiðsloyvi uttan hóvasták alla aðrastaðni, sigur Bárður Nielsen, og gevur harvið sítt íkast til kjakið um, hvørt útlendingar skulu inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, tá føroyingar ikki sjálvir klára at nøkta eftirspurningin á arbeiðsmegi.
Í gongd í vár
Viðvíkjandi Stórutjørn sigur Bárður Nielsen, stjóri fyri verkætlanini, sum óivað er hin størsta í søgu Føroya, at teir nú arbeiða av øllum alvi við tekningum og loyvum.
- Í apríl komandi vár verður farið í gongd, sigur Bárður Nielsen.